Ritsavn ‘Hugleiðingar

Eg siti á nú á kamarinum á Copthorne Hotel, dagurin í dag hevur verið fantastiskur, gamaní, morgunin var heldur merktur av náttini, ið gjørdist nokkso váttlig. Men tá matur var komin í búkin, og eg aftur var førur fyri at halda honum har, so gekk betur. Tað fantastiska var, at sita á Stamford Bridge og [...]

Einaferð stillaði eg upp til løgtingsval, gekk ikki so øgiliga væl. Umframt meg sjálvan og mína tøttu familju, vinir og onkran einstakan annan, vóru ikki nógv, ið mettu meg sum besta umboð fyri seg á tingi. Men ein sólskinsmorgun sum hendan, kann eg illa annað eg hugsað um, hvussu lekkurt tað hevði verið at verið [...]

Eg sá i Degi og Viku, at samgongulimur eftir samgongulim boðaði frá, at tey vildu hava eina uppboðssølu av sild og makreli, og samstundis gramdu seg um, at tey máttu atkvøða ímóti eini uppboðssølu, og hvussu illa hetta gagnaðist.   Eftir stóð, at tað bert er Fólkaflokkurin, ið er ímóti eini uppboðssølu av fiskiloyvum. Men [...]

Sum foreldur at børnum, ið venja og spæla fótbólt í Gundadali, er støðuga keypið av bóltum ein stór útreiðsla. Eitt er slitið, ið bóltarnir fáa við tíðini, tað kann man liva við. Men tað hendur í heilum undir venjing, at bóltar hvørja, onkuntíð enntá heilt nýggir bóltar.   So oman til Thomas Dam Ítrótt ella [...]

11. mai 2003 hættaðu tveir Chelsea fjepparar sær inn í Bowlinghøllina, har Liverpoolarar longu tá vanliga hittust at hyggja at dystum.   Hendan seinasta leikdagin á kappingarárinum var nógv uppá spæl: Liðið, ið vann dystin, fekk fjórða plássið og Champions League fótbólt árið eftir. Liðið, ið tapti skuldi spæla í UEFA cup.   Liverpool var [...]

Løgmaður fegnast um, at vit eru heimsins lukkuligasta land, hann leggur einki í, um bert 40% av Føroya fólki hevur álit á hann. Men hvat man hann halda um, at kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, vísir, at 10% av okkum ikki høvdu ráð til mat seinasta mánaðin?   Sá áhugaverdu kjaksendingina eftir Dag og Viku frá í [...]

Er tað nú vit skulu fara í panikk? Eg trýsti á valigu Facebook leinkjuna, skuldi lesa hvat Eiler Sørensen skrivar um The Road hjá Knút Háberg Eysturstein,  men tað riggar ikki. Fyrsti tanki var: “er internetsambandi farið?”  Men nei, Nudlar.net riggar, tó er hesin lítli rúturin undir hvørjari grein, ið sigur, at Facebook er horvið. [...]

Sonja Jógvansdóttir, ið er partur av fakfelagspallborðinum á flokstingi Tjóðveldis, hevði eitt áhugavert poeng, tá hon svaraði uppá spurning hjá Bigga, um hvørjar útbúgvingar, vit skulu hava í Føroyum: Í Føroyum hava vit nokkso nógvar útbúgvingar, ið venda sær til menn. Meðan tað kundi verið skilagott at havt traditionellar kvinnuútbúgvingar, tí vit hava undirskot av [...]

Eg siti her á flokstingi Tjóðveldis og lurti eftir formansfrágreiðingini. Ein visioner frágreiðing frá einum av bestu formonnum, ið flokkurin hevur havt. Ja einum av bestu politisku heilunum, ið Føroyar hevur átt Flokkurin er í andstøðu í løtuni, og sitandi samgonga ger nógvan skaða. Men hóast hetta hava okkara tingfólk ikki givið upp, tey blíva [...]

“Everybody loves you, when you’re bi”, sungu Living Colour í 1993. Well ikki Miðflokkurin, Nú vilja tey fanime arbeiða fyri, at ein bók ikki verður brúkt á stovnum, tí hon umrøður, at tað finnast familjur, ið ikki eru maður og kona. Í sambandi við at LGBT Føroyar hevur givið løgtingslimum bókina “Hin stóra bókin um [...]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Jólakalendarin 2012

See all polls and results