Ritsavn ‘Hugleiðingar

Eg fór at hugleiða eitt sindur í gjárkvøldið (ja, eg veit væl, at tað er skítfarligt). Men eg byrjaði at keða meg aftur við landsdystinum, eftir at seinna málið var komið.   Eg mintist aftur á Landskronadystin móti Eysturríki, og kanska serliga javnleikin móti Norður Írlandi, tá Kári Reynheim var í velmaktini. Eftir dystin vóru […]

Vit hoyrdu í fyrru pørtunum av hesari frásøgn um tíðina, tá MC-Hár varð sett á stovn, og um hvussu bólkurin gjørdi sínar báður fløgur: Framvegis uttan vit og Burn Me. Vit hoyrdu eisini hvussu stórar útskiftingar vóru í bólkinum, og hvussu bólkurin megnaði at enduruppfinna seg til Prix Føroyar 1999 fyri síðan aftur at fara […]

Eg hoyri argumentini, at Ísrael má verja seg, eg hoyri argumentini, at Hamas brúkar børn sum skjøldur. Men eg má siga, um tín fíggindi brúkar børn sum skjøldur, so skalt tú altso lata vera við at skjóta! Serliga skalt tú lata vera við at skjóta tey við rakettum og bumbum!   Tað er ongantíð í […]

Vit halda nú fram við øðrum parti av søguni hjá MC-Hár. Í fyrsta partið hoyrdu vit um árini frá stovnan og fram til bólkurin gav fløguna “Framvegis uttan vit út” fyrst í 1998, nú halda vit fram frá beint eftir tað. Les fyrsta part av søguni her Limirnir í MC-Hár sum búðu í Keypmannahavn, spældu […]

MC-Hár varð settur á stovn 16. februar í 1991, á veg úr Djónastovu niðan í Gundadalshøllina tann dagin, tá Tórshavn fylti 125 ár.  Tað vóru rappararnir MC-Allah (Allan Mortensen) og Spark Buzz N (Niels Uni Dam), sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og […]

Eg haldi, at tað er eitt sindur synd í løgmanni. Hann veit væl, at við at stuðla Jørgen í tollmálinum, so skaðar hann sítt trúvirði uppaftur meira, og styggir uppaftur fleiri sambandsveljarar frá sær.   Sambandsveljarin er í stóran mun hampafólk, og hevur tí ikki líka lætt, sum fólkafloksveljarin, við at góðtaka tílíkan atburð frá […]

Fór ein túr oman í Sandagerð og Álaker í dag, gekk ein túr við synunum runt í fjørðuni og hugdu í hyljar o.a. Men hugdu eisini at flokkum av fólki, ið vóru komin oman at loypa á sjógv. Eg føldi ein tørv á at vísa synunum hjá mær hesa dylluna, og tosa um hetta, at […]

Heima aftur

In: Hugleiðingar

17 Apr 2014

So vóru vit aftur í Føroyum, deiliga ferðin til Íslands við Norrönu er liðug og dreingirnir skulu nú til mammu sína. Tað bleiv seint ígjár við góðum práti í Naust við áhugaverd og dámlig fólk. Endin á túrinum, ein vakur túrur millum oyggjarnar henda vakra dagin, var vakur. Alt í alt ein fín ferð, deiliga […]

So situr man aftur umborð, vit hava havt ein framúr dag, aftaná morgunmatin fóru vit til Eskifjörð, hoyrdi frá øðrum ferðafólki, at har var ein svimjihylur við fleiri glíðibreytum, umframt, at koyritúrurin var sera vakur. Eg kann bara geva teimum rætt, náttúran er ófatiliga vøkur her, nú kavin enn setur dám á landslagið. Svimjihylurin var […]

Nú havi eg seinastu dagarnar hugna mær við dreingjunum á familjucruise í Íslandi. Deiliga hugnaligur túrur, og eg havi róst Smyril Line fyri nógvar batar, men eitt er, sum er blivið nógv verri. Man kann fanime ikki fáa ein ordiligan drekkamunn. Eg havi brúk fyri minst einum krússi av te við mjólk í, fyri at […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives