Ritsavn ‘Lippukassin

Einans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk. Tað var alt í alt ein fínur dagur, men tað, sum skelkaði meg, var uppmøtingin. Hetta er eitt so týdningarmikið evni, og eitt evni, ið fjølmiðlafólk í […]

Um vit ikki dagføra lógina um hjúnarband, hava vit valt mannarættindini frá og Móseslóg verður viðtikin. Eg spyrji, hvat verður tá tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja? Hetta er ein glíðibreyt! Verður tað, at svínakjøt skal forbjóðast? (eingin fani skal taka mítt bacon) Ella tað, at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar, tá tær hava […]

Fá dansistøð munnu hava lagt pall til Showmenn so ofta, sum REX hevur. Tí verður tað ivaleyst við sorgblídni, at Føroya besti dansibólkur fer á pall í dansistaðnum allar seinastu ferð. Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Showmenn í summar gevast við at spæla, og nú nærkast endin. Hetta vikuskiftið fer bólkurin […]

Í venjingarhølinum, ið eru á stødd við eini miðal hús, standa hinir limirnir í bólkinum og forrita á eini teldu. Hetta er partur av venjingini, sigur Lau. Hann greiðir frá, at teir allatíðina royna at gera framførsluna betri. Akkurát nú arbeiða teir við at gera ein intro til konsertferðina, ið byrjar í Føroyum. Tankin er, […]

Gamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrúligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum. Nú […]

– Fleiri av gomlu leikarunum vóru so pøstir av gongutúrinum, at teir næstan ikki orkaðu at spæla áðrenn dysturin var komin í gongd, greiddi Rókur frá og vónaði at fyriskipararnir skipa fyri farti næstu ferð, soleiðis, at teir eldru eisini hava ein møguleika.   Dystarfrásøgn og samrøða við Rók Jákupsson Jakobsen, stóru stjørnuna í fyrstu […]

Nógv verður gjørt fyri at selja, og lýsingartekstir kunnu vera øgiligir. Vit fáa javnan tíðindaskriv sendandi, har vit mugu klippa nógv lýsingarorð út, men í gjár bar av, og ja, kanska fór onkur yvir G!vind. G!Festivalurin avdúkaði í gjár, at Sic spælir á ársins festivali, og ja, skulu vit trúgva festivalinum, so er hetta ikki […]

Ein av tónleikajournalistunum segði við meg: – Lat teir spæla eina sýnisgluggakonsert í Keypmannahavn, so berjast plátufeløgini um teir. Jens Ove Friis stjóri í plátufelagnum Recart var ein av heitastu fjepparunum hjá Boys In A Band eftir framførsluna í Kagganum hóskvøldið. Hann segði tá við meg: – Hetta er nakað av tí besta, ið eg […]

– Eg vil ogna Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðan lagið Declare Indenpendence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arnar Eggert Thoroddsen blaðmanni á Morgunblaðnum eitt hart pumpandi tekno punklag, við tekstinum: “Declare Independence Don’t let them […]

Hóast føroyska songkvinnan Linda Andrews og føroyska dansarinnan Vígdis Hentze Olsen vóru við til at tryggja danska Eurovision vinnaranum DQ atgongd til stóru evropeisku finaluna í Helsinki, so verður hvørgin teirra at síggja á pallinum leygarkvøldið, tá væntandi væl yvir 100 milliónir hyggjarar seta seg frammanfyri sjónvarpsskíggjan.   Les greinina um tá Linda Andrews og […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives