In: Skaldskapur
17 Oct 2012Løtumynd og eg blaki meg nakin út í kensluhavið flóti við móti streyminum tí okkurt togar meg tað kennist rætt og eg føli, at havið tekur meg í sín favn og eg drukni, umaftur og umaftur og umaftur vakni aftur enn líka nakin uppi á turrum ella næstan eg grinni í øllum førum botnurin [...]
In: Skaldskapur
18 Feb 2012Eg fann eina mappu við enskum tekstum, ið eg skrivaði í 90′unum, tá vit í MC-Hár arbeiddu við enskmæltum tónleiki. Hetta er ymiskt, sum ongnatíð bleiv brúkt, líka burtursæð frá tekstinum til What, sum er upprunaligi teksturin til sangin Vátt, sum er á MC-hár – Framvegis uttan vit. Hann er eisini elsti teksturin av hesum, [...]
In: Skaldskapur
3 Nov 1998Umseting av Son of Satan úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski. Eg var ellivu og báðir vinmennirnir, Hass og Morgan, vóru tólv, og tað var summar, eingin skúli, og vit sótu í grasinum í sólini, aftan fyri garaguna hjá pápa mínum, og royktu sigarettir. “Lort,” segði eg. Eg sat undir einum træi. [...]
In: Skaldskapur
27 Sep 1998Umseting av Street Cars úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski Frank og eg vóru tólv ella trettan og tað var í niðurgangstíðini, einki serligt at gera uttan at tumla til strondina og aftur júst tað summarið. júst tað heystið og veturin vóru vit upptiknir av sporvognum. ein túrur, minnist meg rætt kostaði 7 [...]
In: Skaldskapur
27 Aug 1998Umseting av Rags, Bottles, Sacks úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski sum drongur minnist eg ljóðið av “KLÚTAR! FLØSKUR! SEKKiR!” “KLÚTAR! FLØSKUR! SEKKiR!” tað var í depressionini og tú hoyrdi røddina langt áðrenn tú sást tann gamla vognin og tann gamla troytta ryggbogna hestin. síðan hoyrdi tú hógvarnar: klop, klop, klop… [...]
In: Skaldskapur
15 Mar 1996Her er teksturin til Andaliga samveru, ið MC-Hár gav út í 1998, orðini vórðu skrivað á Oyrasundskollegiinum í mars 1996, tað vóru eg sjálvur og MC-Allah, ið skrivaðu tey. Hesi orð vóru viðheft sum eitt bræv til Trónd Bogason, ið sambandi við, at vit sendu honum nakrar tekstir at gera løg til, tí vit skuldu [...]
In: Skaldskapur
10 Feb 1996Tann kalda havluftin bleiv borin niðan til tey av einum frískum hásummarloti. Bløðini á trøunum teskaðu ókend orð. Hon streyk hárið frá andlitinum, eymliga kyssandi vátu varrar hans, teskaði hon: “Kom nú Tróndur, eldurin er kyknaður”. Hon var vorðin reyð um kinnarnar, hárið hekk í trevsum niður fyri andlitið, eyguni fylt av longsli. [...]
In: Skaldskapur
4 Feb 1996Hitin, ljóðið av gløsum, og hasin eyðkendi deymurin av vátum frakkum og kaffi, góvu henni ein frammaná, og alt gjørdist kámt, hon tók brillurnar av og hugdi niður, tað gjørdi hon altíð. Um onkur, hon kendi, var inni, so vildi hon ikki vísa, hvussu blind hon var. “Hví heilsar tú ikki, stendur har og gløðir [...]
Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so