In: Skaldskapur
10 Feb 1996Tann kalda havluftin bleiv borin niðan til tey av einum frískum hásummarloti. Bløðini á trøunum teskaðu ókend orð. Hon streyk hárið frá andlitinum, eymliga kyssandi vátu varrar hans, teskaði hon: “Kom nú Tróndur, eldurin er kyknaður”. Hon var vorðin reyð um kinnarnar, hárið hekk í trevsum niður fyri andlitið, eyguni fylt av longsli. [...]
In: Skaldskapur
4 Feb 1996Hitin, ljóðið av gløsum, og hasin eyðkendi deymurin av vátum frakkum og kaffi, góvu henni ein frammaná, og alt gjørdist kámt, hon tók brillurnar av og hugdi niður, tað gjørdi hon altíð. Um onkur, hon kendi, var inni, so vildi hon ikki vísa, hvussu blind hon var. “Hví heilsar tú ikki, stendur har og gløðir [...]
Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so