Ritsavn July, 2005

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru konsertir í Margarinfabrikkini í Havn, bæði kvøldini vóru væl vitjaði, og konsertirnar gingu væl. Lýst var við, at hetta vóru nýggjastu bólkarnir í landinum, og tveir av bólkunum vóru so nýggir, at teir frumframførdu í Margarinfabrikkini. Planet var við leygarkvøldið og kann staðfesta, at framtíðin hjá føroyskum tónleiki er fjøllbroytt og […]

Duran Duran fingu heiðurin at lata appilsingula pallin aftur leygarkvøldið á Roskilde Festivalinum. Bólkurin kom heiðurliga frá uppgávuni, uttan tó nakrantíð at gerast fantastiskur. Duran Duran borðreiddi við tryggum og kendum poppi, sum fall væl í oyrini á áhoyrarunum, sum livdu við í hesið funky dansiveitsluni. Vit fingu eina ferð í lagaskattinum hjá bólkinum, sum […]

Ársins Roskilde Festivalur var væleydnaður bæði tónleikaliga og hvat viðvíkjur veðri. Fleiri av bólkunum, sum spældu vóru framúr, meðan bert fáir bólkar veruliga kiksaðu. Allar fýra festivaldagarnar bakaði sólin, og bert eittans æl var allan festivalin. Komin heimaftur standa serliga upplivingarnar av Greenday og Black Sabbath sum jaligar, meðan tann til tíðir pínliga framførslan hjá […]

Bólkurin við tí mest forvitnisliga navninum á ársins Roskilde Festivali var “…and you’ll know us by the trail of dead”. Bólkurin var ein britpop íblástur tungmálmsbólkur við punkkendum dámi, tveimum trummisettum og sera ringum ljóði.   Løgini vóru sum heild fín, rættuliga fangandi melodiir, ofta eitt sindur líkt Oasis, men so næstu løtu var tónleikurin […]

Greenday eru nógv meira enn ein poppunk bólkur við eitt sindur av attitúdu. Amerikansku rokkararnir góvu áhoyrarunum eina tónleikauppliving, sum seint verður gloymd, tá teir spældu eina ótrúliga feita konsert, sum telist millum mínar bestu konsertupplivnagar nakrantíð.   Spæligleðin hjá punkarunum skein ígjøgnum og smittaði øll. Økið framman fyri appilsingula pallin  gjørdist ein stór veitsla […]

Foo Figthers vóru eitt av teimum heilt stóru nøvnunum á plakatini á Roskilde Festivalinum, men teir gjørdust ikki ein av teimum stóru tónleikaupplivingunum. Sangarin Dave Grohl er fyrrverandi trummuleikari í Nirvana, og hevur langt síðan fingið sítt pláss rokksøguni. Men hann var samstundis veikasti liður í Foo Figthers hetta leygarkvøld á Roskilde.   Røddin var […]

Röyksopp

In: Ummæli

3 Jul 2005

Norsku Röyksopp góvu teimum lurtarunum, sum sloppu framat, eina fantastiska suverena fullkomiliga feita tónleika uppliving. Teltið kókaði, og fólk vóru øll í eini ekstasu. Men uttanfyri stóðu minst líka nógv fólk, sum ikki sloppu inn. Roskilde Festivalurin kiksaði illa við at seta eitt heimsnavn á ein tann minsta pallin.   Dreymakendi og sveimandi tónleikurin hjá […]

Black Sabbath var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í ár, og her var talan um upprunaligu manningina í Black Sabbath: Ozzy Osbourne sang, Tony Iommi gittar, Geezer Butler bass og Bill Ward trummir. Tann upprunaligi tungmálmsbólkurin. Ein tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá rokk tónleiki, og uttan iva tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá tungmálmi.   […]

Fyrrverandi Faith no More sangarin Mike Patton, og tríggir av hansara bólkum spæla á ársins Roskilde Festivali. Tann fyrsti av hesum Fantómas spældi eina løgna konsert á Arena pallinum.   Tónleikurin er eitt bland av rokki, jassi og larmi. Røddin hjá Patton syngur sjálvdan, men er í hægri mun eitt ljóðføri, sum ger tónar, skríggjar […]

Peter Sommer hugtók

In: Ummæli

2 Jul 2005

Danski tónasmiðurin  Peter Sommer var fyrstur á Odeon pallin í dag. Hetta er ein av teimum smærru pallunum. Men tey nógvu fólkini inni í teltinum og øll, sum sótu uttanfyri fingu eina jaliga, summarliga og hugnaliga løtu.   Tey vøkru og einfaldu løgini hóskaðu væl til at byrja dagin við, eftir at rokkurin var í […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives