Ritsavn August, 2005

Upp á gólv

In: Ummæli

8 Aug 2005

Onkur hevði hug at finnast at skránni fríggjakvøldið, at seta kvæðarokkbólkin Týr at spæla aftan á Brian McFadden kundi kanska tykjast løgið. Men Týr smæddust ikki burtur, og teir fýra tónleikararnir tyktust slettis ikki merktir av, at eitt heimsnavn hevði staðið á pallinum beint áðrenn teir. Týr góvu áhoyrarunum eina framúr konsert, sum varð ein […]

Ana Johnson var eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum, og hon skuffaði ikki, við eini góðari rokkkonsert fekk hon gott lív í fjøldina. Longu tá hon trein á pallin, og sendi ein muss út til okkum, vóru allir mannligir áskoðarar seldir.   Summarfestivalurin Umframt at syngja væl er Ana Johnson av vakrastu kvinnum, og tað visti […]

Sjónvarpslýsingar hava seinastu vikurnar bygt spenningin upp, heimsnavnið “Tann Stóra Skinnúlpan”  skuldi á pallin á Summar Festivalinum, og hon var beinleiðis upphiting fyri Brian McFadden. Tað var eisini greitt, at tann stóra ikki kom einasmøll, hinar úlpurnar vóru við, og tær fóru at bjóða ektað playback.   Summarfestivalurin Nógv troðkan var framman fyri pallin, tað […]

Ein annars góð konsert við Shakin’ Stevens endaði pínliga, tá ein eitt sindur ov gamal Shakin’ Stevens ikki rakti ein einasta reinan tóna í sínum nýggja hitti “Trouble”. Summarfestivalurin Áskoðararnir vóru sera nógvir á Vágsbøi framman fyri stóra pallin, tá Shakin’ Stevens sendi Kára Sólstein á pallin at siga fólki, at tey ikki sloppu at […]

Summarfestivalurin   Jákup Marner Anthoniussen hevur verið frálíka sangrøddin í bólkum sum Blátt og Les Iles Feroes, men áðrenn hetta, var hann við í Science Fiction. Leygardag seinnapart, eitt sindur seinkaðir orsakað av streymsliti á stóra pallinum, fóru Science Fiction aftur á pallin- Eitt sindur eldri og við onkrari útskifting, men still going strong. Framførslan […]

Lawetz spældu rættuliga tíðliga fríggjakvøldið, men alíkavæl var rættuliga nógv fólk savnað í 1000 fermetrar stóra flaggsteltinum. Tó ikki nóg nógv fólk til at ljóðmyndin gjørdist nøkurlunda góð. Teltið hevði ein keðiligan eftirklang, sum fekk flestu bólkarnar, sum spældu har, at ljóða óneyðuga illa, tó betraðist ljóðið alt fleiri fólk vóru í teltinum.   Summarfestivalurin […]

Heilt nógv fólk var við stóra pallin á Summar Festivalinum, tá høvuðsnavnið Brian McFadden helt ein rættuliga fitta og avslappaða konsert. Bólkurin spældi øðiliga væl, og Brian sjálvur tyktist sera náttúrligur á pallinum, prátaði og hugnaði sær við áskoðarunum millum løgini.   Umframt síni egnu løg, spældi Brian Mustang Sally úr Commitments, og tað var […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives