Ritsavn February, 2006

Ein buldrasligur flogtúrur til Føroyar í 1977 var orsøk til, at Sebastian í 10 ár ikki setti fótin í eitt flogfar. Men nú er flogræðslan burturi, og Sebastian hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir seinastu mánaðarnar. Mikudagin 8. mars kemur hann aftur til Føroyar.   Mikudagin 8. mars fer fólkakæri danski troubadururin Sebastian á pallin í […]

Høgni Lisberg hevur gjørt útgávusáttmála í Benelux fyri fløguna Morning Dew, ið vann Planet Awards sum besta fløga. Løgini Morning Dew og Just Dig eru at hoyra fleiri ferðir um dagin á stóru belgisku útvarpsrásini Radio 1. Høgni Lisberg hevur skrivað sáttmála við belgiska bookingfelagið Artist Management & Agency, ið síðani hevur gjørt avtalu um […]

100 ára føðingardagurin hjá S. J. Mikines varð ikki einans hildin í Føroyum. Rættiliga fitt av fólki var komið saman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tá føðingardagurin varð hildin, við framløgu, samrøðu, sangi og køkum.   Kendi danski journalisturin og rithøvundurin Vagn Steen helt áhugaverdan fyrilestur um kreppur í lívinum hjá Mikinesi. Hetta var sera áhugavert […]

Holgar og Villmenn eru ikki beinleiðis kendir fyri sukursøtan kærleikspopp, men á heimasíðuni hjá bólkinum liggur ein forsmakkur av komandi fløguni hjá Villmonnum, og her er talan um eina veruliga kærleiksballadu. Lagið kann takast niður heilt ókeypis.   Villmenn siga, at teir fara undir upptøkurnar av nýggjari fløgu í næstum, og at hetta lag er […]

Besti føroyski kontribólkurin The Reverends hevur fingið nýggjan trummuleikara og fer leygarkvøldið á pallin fyrstu ferð við honum. Høvið er árligi Føstulávintsdansurin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.   The Reverends er útisetabólkur við garvaðum tónleikarum úr nøkrum av Føroya bestu rokkbólkum, men saman eru teir reint kontri. Teir hava seinastu árini spælt til dans í føroyska […]

Seinastu tríggjar mikudagarnar hevur Eivind Niclasen í kappingini poppmeistarin í útvarpssendingini Kasino víst næstan ræðandi innlit í poppheimin. Hann er stutt sagt eitt livandi poppleksikon, vit hava práta við 32 ára gamla klaksvíkingin, um popp, um Eivind og um áhugan hjá Eivindi fyri poppi.   Poppmeistarin er ein rættiliga líkatil spurnarkapping, tveir luttakarar kappast í […]

Alsamt fleiri føroyskir bólkar fáa sær eina síðu á portalinum myspace.com, fleiri royndir bólkar sum Makrel, Braquet, Gestir og Teitur hava løg liggjandi á portalinum, men eisini nýggj spennandi nøvn sum Side Effect, The Dreams, SIC, The Story Ends og 48 Pages brúka portalin til at geva sín tónleik út. Á síðuni ber til ókeypis […]

Í gjárkvøldið var seinasta semi finalan í Danish Metal Grand Prix 2006. Okkara sterkasta og myrkasta blóð SIC luttóku á grand prix’num og spældu eisini eina sannførandi konsert við nokk av fjepparum, segði Frans Galán gittaristur í SIC. Tiltakið var í Aalborg í spælistaðnum “Café 1000 fryd”. 6 bólkar kappaður men bert tveir av teimum […]

Leygardagin lat árliga framsýningin hjá Øssurin Mohr í Galleri Sct. Gertrud upp. Í ár eru næstan allir málingarnir málaðir í Keypmannahavn, men motivið er enn tað sama, heimliga motivið er altíð hjá honum.   Rættiliga fitt av fólki var komið saman í hugnaliga gallarínum Sct. Gertrud hjá Kurt Svendsen í Hyskenstræde eitt hanagleiv frá Amager […]

Heimasíðan hjá hugnaliga spælistaðnum á Skálatrøð, Glitni www.glitnir.org varð fríggjanáttina hackað av einum í kallar seg Hitler Jeddah. Hann sigur frá, at hetta er ein áheitan til danir, um at vísa virðing fyri øllum profetum.   Áheitanin er vegna allar muslimar í heiminum, sigur Hitler Jeddah.Eisini er ein mynd av einum pakkað av donskum smørið, […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives