Ritsavn March, 2006

Punk trio’in The Dreams leggur í morgin síðstu hond á upptøkurnar av fyrstu fløguni hjá bólkinum. Fløgan punkar føroyska sangskattin og fær Grønu Sangbók at ljóða, sum hon ongantíð hevur ljóðað áður.   Seinastu báðar vikurnar hevur The Dreams tikið fløgu upp í Studio Pegasus í Klaksvík. Hetta kann gerast bæði fyrsta og síðsta fløga, […]

Fyrrverandi miðladarlingurin songkvinnan og sjónleikarinnan Whitney Houston er farin í hundarnar, sambært svigarinduni hjá henni Tina Brown. Systur Bobby Brown sigur, at hon er bangin um Whitney, ið hevur læst seg inni á kamarinum, við crack, kokain og kynslívsleikum. Tina Brown hevur sent amerikanska blaðnum National Enquirer myndir úr heiminum hjá Houston, har alt flýtur […]

Tann størsti vinnufestivalurin í Norðanlondum kunngerð á heimasíðu síni, at føroysku bólkarnir The Dreams og 200 skulu spæla á ársins festivali, ið verður hildin í Århus fyrst vikuskiftið í juni.   Felagskapurin aftan fyri SPOT Festivalin boðar í dag frá, at teir báðir fremstu føroysku punkbólkarnir 200 og The Dreams verða á ársins festivali, ið […]

 Planet.fo, 100 mannfólk og 500 konufólk upplivdu eitt rokkbrak av eini konsert, tá Johnny Deluxe fóru á pallin í einum útseldum Pumpihúsi í Keypmannahavn.     Konsert   Tá Søren og Noam úr Johnny Deluxe spældu á Planet Awards í januar, var tjúkt av føroyskum konufólki framman fyri pallin. Teir báðir vøkru ungu menninir spældu […]

Braquet fer í næstum á konsertferð í USA, higartil eru 15 konsertir á skránni, sigur gittarleikarin í bólkinum Arni Zachariassen. Men hetta kann gerast enn fleiri. Fyrsta konsertin er beint uttanfyri Chicago á Cornerstone Festival, ið er ein tann størsti kristni festivalurin í heiminum, við fleiri enn 25.000 vitjandi   Síðan ferð bólkurin við bussi […]

Á tingfundi fríggjadagin heittu tinglimir í samgongu og andstøðu á landstýrismannin í mentamálum um at taka aftur ávaringarnar til 12 lærarar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Javnaðartingmaðurin John Johannesen ivaðist í, um landstýrismaðurin ikki mundi vera farin útum sínar heimildir.   Ósemjan í Hoydølum   Á tingfundinum fríggjadagin spurdi tingmaður javnaðarflokksins, John Johannesen, landstýrismannin í […]

Spurningurin um, hvør støða kann metast at vera eitt undantak, er høvuðsorsøkin til, at Mentamálaráðið og Studentaskúla og HF-lærara enn ikki hava skrivað undir nýggjan sáttmála.   Ósemjan í Hoydølum   Orsøkin til ósemjuna millum Mentamálaráðið og Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara er at finna í upptøkuni í fjør summar. Tá vórðu 77 næmingar tiknir upp […]

Tær 20 høvuðsuppgávurnar hjá næmingum á 2 HF, ið eru raktar av ósemjuni millum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Mentamálaráðið verða væntandi rættaðar, sigur formaðurin í Yrkisfelagnum Landstýrismaðurin í Mentamálum segði í tinginum fríggjadagin, at hann ætlar sær ikki at takað aftur ávaringarnar, ið hann hevur givið 12 lærarum á Føroya Stundentaskúla og HF-Skeiðið fyri […]

Scarlett Johansson tók nógv á bóli, tá hon gjørdist mest eggiliga kvinna sambært lesarunum hjá mannfólkablaðnum FHM, ið verður givið út á nógvum málum um størsta partin av heiminum. Scarlett Johansson vann sambært Ekstra Bladet rættiliga sannførandi, framman fyri kvinnum sum Angelina Jolie, Jessica Alba, Jessica Simpson, Keira Knightley, Halle Berry, Jenny McCarthy, Maria Sharapova, […]

Tað kendist sum um, at Kári P. var komin heim, tá hann skapti bíðirøð uttan fyri Skarv, útisetatrubadururin fylti vertshúsið, har hann fyrr búði í heil vikuskiftið.   Frásøgn úr náttini   Bíðirøðin er long fyri at sleppa inn á Skarv hetta leygarkvøldið. Tá onkur fer út, sleppa onnur inn. Hetta er heldur sjáldsamt á […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives