Ritsavn August, 2006

Eini 2500 fólk vóru seinasta vikuskiftið í august 2006 vitni til tann allar fyrsta Fjarðafestivalin. Hetta gjørdist ein sera jalig uppliving, har góður tónleikur varð framførdur í góðum karmum. Tónlistarliga hæddarpunktið var fyri flest øll, tá høvuðsnavnið Tait fór á pall uttan fyri Kelduna. Tá bólkurin hjá fyrrverandi DC Talk oddamanninum, Michael Tait, spældi DC […]

Beinta Clothier er ein av teimum fáu ungu kvinnunum, ið leitar sær útbúgving innan sjónleik. Vit hava spurt Beintu, hvørjar leikarar hon metir vera teir bestu.   Beinta Clothier gongur á sjónleikarskúla í Odense. Hon er í hesum døgum farin undir síðsta árið á skúlanum. Beinta er ein av teimum fáu ungu kvinnunum, ið fáa […]

Gittarar, ljómborð, bassar og trummir vóru skift út við gaggir, bólt og málsmanshandskar, tá tónleikarar undir tretivu smurdu tónleikarar yvir tretivu av í einum fótbóltsdysti, ið fer í føroyska tónleikasøgu sum ein klassikari.   Í sambandi við Prix Føroyar varð sera nógv tosað um, hvørt tað er rætt at kappast í tónleiki. Her var eisini […]

Íslendsku Showmenn

In: Ummæli

7 Aug 2006

Jógvan Hansen og bólkur hansara vísti, at her var talan um sera góðar tónleikarar, og meira enn ein framúr góðan sangara. Samanberingin við Showmenn tyktiskt nærliggjandi. Meðan veðurgudarnir leygarkvøldið góvu Summar Festivalinum ein frammaná, so var timingin hjá teimum ófør fríggjakvøldið, eftir at 10.000 fólk í turrveðri høvdu upplivað eitt rokkbrak við The Scorpions, fór […]

Eyðun og Terji spældu ikki bert út um pallkantin, men uppum regnið, og tú gloymdi eina løtu hvussu keðiligt veðrið var á Summarfestivalinum. Summarfestivalurin Skal nakað jaligt dragast fram um allar seinkingarnar í flogferðsluni til Summarfestivalin, so er tað tað, at ein bólkur sum Eyðun og Terji flutti úr Flagsteltinum upp á stóra pallin, har […]

Fyri at útlendsku nøvnini skuldu sleppa á pall á Vágsbøi í sunnunáttina, sendi Atlantic Airways flogfar til Kastrup eftir teimum. Summarfestivalurin   Klokkan var farin av tvey sunnunáttina, tá Johnny Deluxe endiliga fór á pallin á Summarfestivalinum. Men enn var stúgvandi fult av fólki á Vágsbøi. Men tað var bert við stórari vælvild frá Atlantic […]

Kim spældi alt

In: Ummæli

5 Aug 2006

Kim og bólkurin, ið var mannaður av júst teimum, sum Kim vanliga hevur spælt við, spældu løg av fløguni Alt og okkurt nýtt.   Summarfestivalurin   Kim Hansen og ein útbygd útgáva av Showmonnum, sum kallaði seg Kim Hansen, spældi eina fitta, pena og góða konsert á Vágsbøi, og á fyrsta sinni ljóðaði risa annleggið […]

Høvuðsnavnið á Summarfestivalinum fríggjakvøldið, finski The Rasmus, spældi eina fína konsert, ið  veruliga fekk økið frammanfyri pallin á kók. Summarfestivalurin.fo   Finski rokkbólkurin The Rasmus kom rættiliga væl frá framførsluni fríggjakvøldið á Vágsbøi. Alla konsertina hevði The Rasmus væl fatur á fremstu áskoðarunum, men av tí at annleggið als ikki maktaði stóra økið, og ljóðið […]

Anfinn & Co hevði eina trupla uppgávu, at fara á pallin eftir boðini um, at Shu-Bi-Dua ikki komu alíkavæl, men hesa uppgávu megnaðu teir væl. Summarfestivalurin Anfinn hevur ein stak góðan bólk við sær, og teir spældu væl kontrirokkin hjá Anfinni. Hittparadan var sera long. Løg sum Parabol, Caramba, Mítt hjarta pumpar fyri tær, Klumpar […]

Konsertin hjá Saruh Brendel var ikki millum størstu upplivingarnar á Summarfestivalinum, men týska songkvinnan var sera sjarmerandi.   Summarfestivalurin   Tað var týska Sarah Brendel, ið fekk heiðurin at lata stóra pallin á Summarfestivalinum upp. Ein stór uppgáva. Konsertin gjørdist ongantíð meira enn miðal hampað, og eg siti eftir við tankanum, kanska er Sarah Brendel […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives