Ritsavn September, 2006

Hvat hava Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze, Gestir og Go Go Blues til felags? Jú, hetta eru bólkarnir sum hava drigið tað longsta stráið í Prix Føroyar finalum. Í hesum døgum fellur avgerð um, hesir seks bólkar fara í søguna sum teir einastu, ið hava vunnið hesa forkunnugu kapping. Í krókum verður tutlað um, […]

Við Teiti og Eivør er fokus byrjað at verða sett á føroyskan tónleik í altjóða høpi, ella í øllum førum í Íslandi og Danmark, og eg merki á mínum starvsfeløgunum, at teir eru byrjaðir at tosa um, hvat tað er, ið hendur har uppi, tí er hetta eitt sera óheppið tíðspunkt, at lata besta sýnisgluggan […]

Fyriskiparin av Nibe Festivalinum hevur seinnu árini havt nógvar føroyskar bólkar á skránni, og hann er ikki í iva, um stóra týdningin, ið Prix Føroyar hevur fyri marknaðarføring.   Eg haldi, at tað hevði verið øgiliga syrgiligt, um fyrireikararnir góvust við at skipa fyri Prix Føroyum, sigur Peter Møller Madsen, ið seinastu tríggjar Prix Føroyar […]

Í sambandi við eitt av undanumførunum í Prix Føroyum 2003 lýsti formaðurin í Føroya Undirhaldstónleikarafelag Kaj Johannesen tað, ið hendir á føroyska tónleikapallinum, tá Prix Føroyar er, sum eitt slag at grindamentaliteti. Nógvir bólkar liggja í dvala til onkur rópar PRIX FØROYAR, og so leypa menn upp skóleysir og venja sum eitt ørt, til Prix […]

Meðan fyrireikararnir av Prix Føroyum umhugsa at kippa tiltakið, so hava álendingar í ár á fyrsta sinnið skipað fyri stórari tónleikakapping, ið eitur musik.ax og sum byggir á royndirnar við Prix Føroyum. Í fjør var Ulrika Lind úr Álandi í Føroyum og vitjaði Norðurlandahúsið, fyri at savna íblástur til teirra kappping. Tað er Nordens Institutt […]

Prix Føroyar hevur øll árini vakt stóran áhuga millum fólk og hesi seks prixini hava út við 22.000 fólk verið til Prix Føroyar tiltøkini. Hetta er umframt øll tey, ið hava fylgt við í útvarpi og sjónvarpi, og hesi eru uttan iva fleiri ferðir so nógv. Hesir nógvu túsund áskoðarar hava uppliva 170 bólkar framført […]

Hvat hava Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze og Go Go Blues í felag? Allir hava teir vunnið Prix Føroyar og eingin av bólkunum er til longur. Einasti bólkur, ið higartil hevur yvirlivað sigurin í Prix Føroyum er vinnarin í 2003 Gestir. Bólkurin hevur júst givið sína fyrstu fløgu út, og tykist raknaður við aftur […]

Væntandi kemur nýggja fløgan við Lenu í oktober, men Lena, Niclas og ljóðblandarin Ryan Hewitt lata hana ikki úr hondum fyrr enn tey øll eru heilt nøgd við alt.   Í hesum døgum eru Lena og Niclas í Vancouver, har Lena spælir konsert í The Media Club í kvøld. Tey eru komin til Vancouver úr […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives