In: Aðrar greinar
28 Feb 2007Tá Pamela Anderson herfyri var í veitslu hjá Playboy stjóranum Hugh Hefner, hevði hon føroyska vakurleikaserfrøðingin Hans Fróða Hansen við sína lið. Føroyski vakurleikaserfrøðingurin Hans Fróði Hansen flutti herfyri til USA, har hann undir navninum Mr. Kay Kay er í ferð við at gerast eitt navn innan vakurleikarøkt hjá teimum kendu í Hollywood. Herfyri bar [...]
In: Hugleiðingar
19 Feb 2007Tá eg játtaði at skriva Afturhvarv, var eg greiður yvir, at hetta ivaleyst fór at verða ein tungur burður. Heilin er eitt áhugavert tól, ið sera hegnisliga verjir okkum fyri nógvum keðiligum. Eg minnist ikki nógvar keðiligar hendingar úr mínum lívi. Tær flestu eru goymdar onkrastaðni í dulvitskuni. Afturhvarv I – skrivað til Skúlablaðið Eg [...]
In: Hugleiðingar
15 Feb 2007Seinastu vikurnar hava verið nokkso serligar í føroyskum politikki. Avgerðirnar hjá Alfred Olsen at fara úr samgonguni og hjá Karsten Hansen at fara burturúr Tjóðveldisflokkinum og upp í Miðflokkin hava fingið nógv pláss í almenna rúminum. Hvørki Karsten ella Alfred hava verið serliga tíðindafróðir, og tí hevur dúgliga verið gitt um hvør endin fór at [...]
In: Samrøður
10 Feb 2007Eftir royndir á tveimum ymiskum verkætlanum, ið fingust við ung við trupulleikum, valdi Ingvald á Kamarinum at stovna sín egna skúla í sínum egna heimi Vit eru í heiminum hjá Ingvaldi á Kamarinum tætt við havnarlagið í lítla norður sælendska býnum Holbæk. Húsini er býtt upp í tveir partar, heimið hjá Ingvaldi og familjuni í [...]
Hóast Jan Højgaard m.a. í lesarabrævi skrivar, at aðalstýrini eru nyttuleys, so heldur hann ikki, at hetta er ein atfinning móti almennum starvsfólki sum heild. Nýggi formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard vísir aftur, at hansara lesarabræv 10. januar var meint sum ein atfinning móti almennum starvsfólki sum heild. – Hetta var bert ein atfinning móti [...]
Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so