Ritsavn May, 2007

”Stóra Rúsevnismálið” hevur fylt nógv í miðlunum seinastu tíðina. Ein kvinna og ein maður eru dømd fyri sín leiklut í rúsevnissøluni í Føroyum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein av teimum, ið standa aftan fyri søluna av rúsevnum í Føroyum verður tikin, og tað hevur higartil verið so, at maður kemur í mans stað, […]

Leygarkvøldið fer Revival at undirhalda á Skarv í Keypmannahavn. Tað verður í sterkastu manning, at Revival møtir upp á Skarv. Revival hevur nevniliga fyri stuttum fingið fasta trummuleikaran Petur Dalsgaard aftur í bólkin, eftir at hann eina tíð var staddur í øðrum landi. Sangari og gittarleikari er Jens Harry Jespersen, Jóanes Hofgaard spælir bass og […]

Fá dansistøð munnu hava lagt pall til Showmenn so ofta, sum REX hevur. Tí verður tað ivaleyst við sorgblídni, at Føroya besti dansibólkur fer á pall í dansistaðnum allar seinastu ferð.   Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Showmenn í summar gevast við at spæla, og nú nærkast endin. Hetta vikuskiftið fer […]

Yvir G!vind

In: Aðrar greinar

23 May 2007

Nógv verður gjørt fyri at selja, og lýsingartekstir kunnu vera øgiligir. Vit fáa javnan tíðindaskriv sendandi, har vit mugu klippa nógv lýsingarorð út, men í gjár bar av, og ja, kanska fór onkur yvir G!vind. G!Festivalurin avdúkaði í gjár, at Sic spælir á ársins festivali, og ja, skulu vit trúgva festivalinum, so er hetta ikki […]

Tað hoyrist á fløguni Let Your Scars Dance, at Lena og Niclas eru ment á nærum øllum økjum síðan síðstu útgávuna Can’t Erase It. Nógvu konsertirnar og miðvísa arbeiða hjá fremstu føroysku tónleikahjúnunum hoyrist aftur á hesari frálíku útgávu, ið er nógv tað besta, ið nakar av teimum hevur latið úr hondum.   Fløgan Let […]

Plátufelagið Tutl væntar, at felagið í ár fer at geva út fleiri fløgur enn nakrantíð áður. Við 30 árum á baki er Tutl vorðið eitt effektivari felag, og hetta ger felagið áhugavert fyri nýggj sum gomul tónleikanøvn úr Føroyum og útlandinum.   Plátufelagið Tutl fyllur í ár 30 ár, og sambært stovnarunum og enn dagliga […]

Danska dagblaðið Urban vísir í gjárdagsins útgávu til teir 25 bestu festivalarnar í Evropa, ið verða hildnir uttan fyri Danmark. G!Festivalurin er á hesum lista. Ókeypis dagblaðið Urban er eitt av mest lisnu bløðunum í Danmark og hevur skrivað eitt sindur um Føroyar, eftir at blaðkvinnan Karina Edlund Jensen vitjaði í Føroyum í sambandi við […]

Lesarar og ummælarar hjá stóra amerikanska tíðarritinum Rolling Stone hava valt útgávuna Down In The Groove hjá Bob Dylan til verstu útgávu hjá einum góðum tónleikanavni. Down In The Groove fekk einans tvær stjørnur av fimm møguligum frá ummælaranum hjá Rolling Stone, tá plátan nógv seinkað kom út í 1988. Ummælarin hevði ikki nógv góð […]

Mítt summarlag

In: Samrøður

15 May 2007

Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.   Einki er sum summarkvøld við strendur Fróði Vestergaard er […]

Nýggja føroyska fløgan hjá Teiti, Káta Hornið, kom seinnapartin í gjár í handlarnar. Hetta er fyrsta fløgan á føroyskum hjá Teiti sum einstaklingi.   Teitur hevur ferðast kring allan heimin við sínum tónleiki, og báðar enskmæltu fløgurnar hjá Teiti hava givið dámliga havnarmanninum nógvar fjepparar í fjarskotnum londum. Men hóast Teitur hevur verið sera lítið […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives