Ritsavn June, 2007

Eitt av størstu nøvnunum í wrestling, Chris Benoit varð mánadagin funnin deyður í heimi sínum, líkini av soni hansara og konuni vóru somuleiðis funnin í heiminum.     Sambært ónevndum keldum í løgregluni hevur Benoit kvalt konuna, Nancy í stovuni fríggjakvøldið, blóð undir líkinum bendur, at hon hevur barst ímóti. 7 ára gamli sonurin Daniel […]

Kaj hevur gjørt bestu føroysku útgávuna higartil í ár. Eg gevi fløguni 7 av 8 planetum, »Úr Maskinrúminum« er úrslitið av samstarvi millum tveir útisetar, vestmenningin Kaj Klein og havnarmannin Tórodd Poulsen. Saman við einum flokki av donskum topptónleikarum hava teir skapt eitt ótrúliga flott verk, eitt maskinmeistaraverk. Eina trífalda fløgu, tretivu skerðingar ella tilsamans […]

G!Festivalurin hevur nú avdúkað 20 av teimum 40 nøvnunum, ið luttaka á ársins festivali, hesi fevna víða í stíli, onkur er kendur og onkur er minni kendur, men sambært Jón Tyril fyriskipara, hava allir bólkarnir okkurt at bjóða.   G!Festivalurin verður um ein mánað á Gøtusandi. Í vikuni var eitt av stóru høvuðsnøvnunum, Natasha Bedingfield […]

Victoria Beckham flytir í næstum til USA saman við manninum David, og í hesum sambandi hevur Posh Spice fingið sína egnu klædnalinju, og hvat er meira amerikanskt enn kovboybuksur. Victoria hevur áður lagt navn til sniðgevingina av klæðum fyri merkið Rock and Republic og  taskur og smúkkur fyri merkið Samantha Thavasa. Men nú er tað […]

Við Káta Horninum flytur Teitur heimaftur tónlistarliga, og við sær hevur hann høgt tónlistarligt støði, professionalismu og lívsroyndir og meiningar, men eisini teir trupulleikar, ið standast av at gera eina fløgu á einum máli, ið tú ikki virkar á dagliga. Tey, ið væntaðu, at Káta Hornið hjá Teiti varð eina fløgu við føroyskum popp sangum, […]

Christian Lamhauge Holst spældi í dystinum móti Skotlandi sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar frá byrjan, og var ein av teimum bestu á vøllinum. Hóast Christian hevur búð í Danmark alt sítt lív, so metur hann, at hann er eitt sindur føroyskur og hevur nógv góð minnir úr Gundadali, har hann brúkti nógvar løtur sum barn. […]

Mikukvøldið var  eg ikki til arbeiðis sum tónleikaummælarin eg var á dreymakonsert. Í dag hugleiði eg, um eina konsert, ið eg ikki meti meg føran fyri at ummæla.   Mær dámar tungmálm, allar best dámar mær Black Sabbath. Eg eigi allar útgávurnar, og verður hugt burtur frá tí ræðuligu útgávuni Seventh Star (ið heldur ikki […]

Leygarkvøldið fer føroyska Beinta Clothier á pall seinastu ferð í leiklutinum sum Candy í leikinum Kærlighed og menneskerester av kanadiumanninum Brad Fraser. Hetta verður somuleiðis seinasta framførslan hjá Beintu á Skuespillerskolen ved Odense Teater, har Beinta eftir fýra spennandi ár nú hevur lokið prógv sum yrkissjónleikari. Beinta Clothier er ikki heilt heilt óskrivað blað á […]

  Leygarkvøldið gjørdu føroyingar innrás á Christiania, yvir 300 føroyingar komu saman í frístaðnum í Keypmannahavn har føroyskur dansur, føroyskur tónleikur og ein íslendskur trubadurur vóru á skránni. Christiania er eitt óvanliga hugnaligt stað, ein frístaður mitt í Keypmannahavn har pláss er fyri teimum, ið ikki passa inn aðrastaðni, eitt stað har fólk ansar eftir […]

Hóast almenni miðlapartnarin hjá G!Festivalinum skrivar, at The Prodigy spælir á G!Festivalinum, er avtalan við enska bólkin ikki komin endaliga upp á pláss. Umboðsstovan hjá bólkinum váttar fyri Sosialinum, at samráðingar eru í gongd, men ikki lidnar enn. Heldur ikki G!Festivalurin hevur váttað tíðindini fyri Dimmalætting, sigur Jón Tyril. Hósdagin váttaði umboðsstovan hjá The Prodigy […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives