Ritsavn July, 2009

– Ólavur spælur uppá fløskuorgul og hvørt av sínum, segði Kári Sverrisson, tá hann presenteraði manningina í Orku, og Orka er júst hetta: hvørt av sínum. Við ljóðførum sum kusti, fløskuorgli, hegnpelabassi, vinkulslípara, borimaskinu og oljutunnum, bara fyri at nevna nøkur, er ljóðmyndin heilt serlig. Frásøgumaðurin hugleiddi áðrenn konsertina hjá Orku um, hvussu dýrabært tað […]

The Haunted vístu á G! hvussu ordiliga tungur tung málmur skal spælast. Men klisjefyltu einarøðurnar hjá sangaranum vóru so pínligar og kiksaðar, at hansara orkesturfelagar áttu at biðið hann tagt millum løgini. Tað er okkurt undarligt við at standa í náttarmyrkrinum eitt vakurt summarkvøld, á einum spæliplássi í Syðrugøtu og uppliva ein langskeggjanum svia rópa: […]

Høgni Lisberg átti tað truplu uppgávuna, at fara á stóra G! pallin, eftir at Frændur høvdu staðið fyri einari av mest hugnaligu fólkaveitslunum á G! nakrantíð. Men meðan Frændur vóru fólksliga hæddarpunktið, so má konsertin hjá Høgna Lisberg metast sum eitt tónlistarligt hæddarpunkt á G!. Eingin føroyskir listamaður hevur verið ígjøgnum so stóra listarliga menning […]

Umstøðurnar fyri eina góða deyðsmálms konsert vórú ikki góðar, tá Sic spældi á Gøtusandi. Kuldi, sirm, væntandi áskoðarar og vánaligt ljóðbland, settu sín dám á konsertina. Fyri flestu bólkar hevði hetta fullkomiliga oyðilagt framførsluna, men onkursvegna megnaði Sic alíkavæl at fáa eina lívliga konsert burturúr. Sic er uttan iva betri spælandi enn nakrantíð áður. Júst […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives