Ritsavn August, 2009

Moby The Pink Pilot átti heiðurin, at lata Flagsteltið upp á Summarfestivalinum 2009. Hetta komu teir fýra tónleikararnir bara heilt væl frá. Bólkurin er eitt sindur løgin í sínum bygnaði, við syngjandi trummuleikaranum Fróða Hansen heilt frammi á pallinum. Teltið var nærum tómt, tá bólkurin fór á pallin, og hetta tjaldið er kent fyri at […]

Abba Showið savnaði sera nógv fólk á Vágsbøi, og hóast gott lag, frálíkt veður og eitt sera flott show, góðar tónleikarar og serstakliga pen og væl syngjandi fólk, so varaði nærum ein tími, áðrenn veruligt lív kom í fjøldina, og tá var næstan ov seint. Hóast bólkurin spældi fleiri av heilt stóru hittunum, so sum […]

Ein sera væleydnaður Summarfestivalur fekk ein sera hóskandi enda, tá Chase bjóðaði til nostalgi rokk-konsert á Vágsbøi. Við 20 árum á baki var rokkdinosaururin vaknaður aftur – og ja, hann rokkaði bæði væl og virðiliga. Eg minnist meg ikki at hava hoyrt Chase betur enn hetta. Við eini langari røð av sínum bestu løgum, spældu […]

Pallurin í Flagstjaldinum var umbygdur til hugnaligu stovuna hjá Armando, tá Marius og hinir í bólkinum bjóðaðu til hugnaliga tónleikaveitslu. Flagstjaldið er nógv, men hugnaligt er tað ikki, og tí var tað heilt løgið at traðka inn har og síggja, hvussu hugnaligur pallurin var, tá Marius og bólkurin spældu leygarkvøldið. Veggir við stríputtum tapeti, vóru […]

Pætur Zachariasson, sangari í Boys In A Band, helt, at teir kanska vóru fyrsti gøtubólkur, sum hevur spælt á Summarfestivalinum. Nú veit eg ikki hvør definitiónin av einum gøtubólki er, men hvussu er og ikki, so hava Boys In A Band í øllum førum gjørt eina ordiliga innrás í Klaksvík og vunnið nógv áskoðarahjørtu við […]

Fólkaveitslan, ið Summarfestivalurin er, er nú ordiliga byrjað. Nik og Jay og teirra vinir tendraðu veitsluknøttin og hildu eina sanna poppveitslu á Vágsbøi, har fólk sungu og dansaðu við til teirra lurtaravinarliga popp. Heilt nógv fólk var komið saman framman fyri pallin, tá Nik og Jay fóru á pallin sum høvuðsnavn á teirri rættiliga ungu […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives