Ritsavn August, 2010

Summarfestivalurin í ár var ivaleyst ein tann best eydnaði Summarfestivalurin higartil. Breiða tónleikaskráin í ár var merkt av føroyskum bólkum, við einans tveimum útlendskum nøvnum. Men bæði føroysk og útlendsk nøvn vóru ótrúliga væl vald til stóra familjufestivalin.   Flestu av best dámdu bólkunum her heima fóru á pall í Klaksvík hetta vikuskiftið, og hetta […]

Um Dynamit einaferð gera álvara av sínum hóttanum um, at hetta verður tann seinasta framførslan hjá bólkinum, so er skaðin avmarkaður, tí avloysarin er longu funnin, og eitur Grandma’s Basement. Ein tann størsta mannamúgvan, sum hevur verið savnað í FLAGS-tjaldinum  í ár var komin saman, tá ungi Klaksvíksbólkurin Grandma’s Basement  fór á pallin, og lagið […]

Metstóra áskoðarafjøldin á Summarfestivalinum slapp at uppliva eina vælsmurda poppmaskinu, tá Westlife vístu, at teir ikki bert duga syngja á fløgum. Teir fordómar, ið summi høvdu mótvegis dreingjabólkum, sum yvirproduseraðir dukkudreingir uttan veruligar sanggávur og talent, vórðu gjørdar til skammar á Stóra Palli í kvøld. Saman við sínum sera vælspælandi bólki, sungu teir fýra Nicky, […]

Framførslan hjá Shu-bi-dua fekk Vágsbø væl við, men enn einaferð var tað ein føroyskur bólkur, ið veruliga fekk fjøldina upp á kók, tá Páll Finnur Páll prógvaðu, at teir framum nakran annan hoyra heima á Stóra Palli. Heilt nógv fólk var samankomið á Vágsbøi, tá Páll Finnur Páll trinu á pallin klokkan hálvgum trý í […]

Shubidua og Summarfestivalurin passa sum fótur í hosu, tað var greitt á papírinum, og í kvøld er staðfest, at tað eisini heldur í praksis. Fólkakæri danski bólkurin  savnaði heilt nógv fólk á Vágsbøi, og lagið var ordiliga gott. Shubidua oystu í ríkt mát av stóra sangskattinum, og familjan Føroyar sang við løgini um Folkevognen, hvalin […]

Hanus er fastur fúsur á Summarfestivalinum, og aftur í ár var Hanus júst sum vit kenna hann. 60 ára gamal  er hann eftirhondini ein rutineraður harri, og hann gav sínum trúgvu fjepparum, tað sum tey altíð fáa frá honum. Einsamallur á Stóra Palli stóð Hanus og gittarin hjá honum, og alíkavæl hevði hann væl fatur […]

Ein røð av syngið-við slagarum og útvarpshittum framførd av teimum, ið hava gjørt tey og við teimum røddum, ið vit øll hava lært at elska, soleiðis kann framførslan hjá Tinganest best lýsast. Tinganest er bólkurin, ið framum allar aðrar hevur myndað tað sonevnda vágasoundið, og tað er ikki á hvørjum degi, at vit sleppa at […]

The Dreams leveraðu eitt brak av einari konsert í FLAGS-tjaldinum, tað kókaði framman fyri pallinum frá fyrsta til síðsta lag. Teir løgdu fyri við løgum á enskum av nýggjastu fløguni “Revolt”, og tað vóru nógv løg av hesari fløguni, ið vóru á skránni. Hetta var gleðiligt og tyktist at dáma teimum nógvu fjepparunum, ið vóru […]

Ella kanska skuldi eg heldur sagt, illimenn búgva í Havn. Havnarbólkurin Synarchy spældi eina øgiliga ónda konsert í FLAGS-tjaldinum, her beint aftan á miðnátt, og her er ónt meint so jaligt sum tilber. Tónleikurin hjá Synarchy er dómamálmur, ivaleyst tann illasti og óndasti tungmálmurin sum er. Hetta er ein tónleikagrein, ið eg ikki eri tann […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives