Ritsavn August, 2011

Grandma’s Basement fylti stóra Flagstjaldið, og hetta hóast áhaldandi áarførið á konsertunum hjá Bobby Bare og Rasmus Seebach hevði gjørt sítt ítasta fyri at styggja fólk til hús. Grandma’s Basement hevur fingið eina støðu sum ein tann best umtókti bólkurin millum føroyskan ungdóm. Blandið millum íoyrafallandi rokkløg og lætt tilgeingiligar tekstir rakar beint, og er […]

Í løtuni spælir 76 ára gamli Bobby Bare á stóra pallin á Vágsbø, og jú maðurin ljóðar gamal, men als ikki útbrendur. Tað er ótrúliga lekkurt at hoyra ein mann við so nógvum lívsroyndum í røddini syngja, orkan er ikki tann sama, men har liggur sjarma og inniligheit handan hvørt orð. Hann hevði ivaleyst langt […]

Stóra og eksperimenterandi ljóðmyndin hjá T.O.S var uppaftur størri í kvøld, tá bólkurin við ikki færri enn fimm gestatónleikarum rokkaði eitt sindur av hita í vátu áskoðararnir. Bólkurin spældi løg av framúrskarandi debutfløguni og annað nýggjari tilfar, og upplivingin var hamrandi góð. Bárður á Lakjuni er ein serstakliga sjarmerandi ungur maður, ið er vorðin ein sterkur […]

Frændur veitur altíð garanti fyri syngi-við-upplivingum og so var eisini á Summarfestivalinum í nátt. Talan var sum vænt um fólkaveitslu, tá Eyðun, Rani og Steintór saman við saksofonleikaranum Hans Petur í Brekkunum, og Showmonnunum Kim Hansen, James Olsen og Jóhannus á Rógvu Joensen spældu seg gjøgnum eina hittparadu av løgum hjá Frændum, Millum Frændum og […]

Anna Faroe er ein ung dama, men hevur rødd og útstráling sum ein fullblóðs diva. Við einari skrá sum í stóran mun hevði løg av hennara fløgu, umframt einstøk væl vald tøkuløg, bergtók Anna vátu áskoðararnar á Vágsbø. Anna er ein ótrúliga sensuell og vøkur dama, og tað var bert, tá hon millum løgini prátaði, […]

Orka stríddist móti ljósinum í stóra teltinum og vánalig fyriskipan oyðilegði tíanverri í stóran mun eina konsert, ið kundi havt verið so góð, tí Orka spældi hamrandi væl. Manningin í Orku er skiftandi, og á hesari konsertini var serliga áhugavert, at bæði Høgni Lisberg og Uni Árting, sum hava býtt trummu- og slagverkleiklutin millum seg […]

Rokkmaskinan D:A:D lat ongan iva vera um, hvør bestemmar á Vágsbøi. Tá teir báðir Binzer brøðurnir, bassleikarin Stig Pedersen og Laust Sonne á trummum, spældu, so vit gloymdu regndroparnar. Sjálvt um eitt sindur av fólki var savnað á Vágsbøi, so var langt upp til tey 10.000 vitjandi, ið vóru væntaði í kvøld. Mest sannlíkt er […]

Við einum góðum blandi av heimagjørdum løgum og Uriah Heep klassikarum spældi Deiggj eina fína konsert í Flagstjaldinum. Deiggj hevur seinastu nógvu árini mest spælt til dans og annars virkað sum Uriah Heep lánibólkur, eitt nú saman við gamla Uriah Heep sangaranum John Lawton. So fyri ein gamlan Deiggj fjeppara var tað við stórum spenningi, […]

Hanus er eitt av føstu innsløgunum á Summarfestivalinum, og aftur í ár, var trubadururin við sínum kassagittara boðin upp á stóra pallin á Vágsbøi. At skula hita fjøldina upp til rokkbrakið við D:A:D kann vera ein ræðandi uppgáva fyri ein mann við einum kassagittara, men tað tyktist ikki at nerva Hanus. Sum framførdi eitt trygt […]

Sjáldan munnu so nógv fólk hava verið í og rundanum Flags Tjaldið, sum tá Føroya fremsti poppbólkur Páll Finnur Páll spældi í kvøld. Stóra mannfjøldin sang og vaggaði við til stóra sangskattin, ung sum gomul, rík sum fátøk, lærd sum ólærd. Tað man ikki vera nakar annar bólkur í landinum, sum í so stóran mun […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives