Ritsavn February, 2012

Umframt at syngja væl er Ana Johnson av vakrastu kvinnum, og tað visti hon væl. Stórur partur av konsertupplivingini var merktur av hesum veruleika. Tá hon fór úr jakkanum, og hálaði blusuna eitt petti upp og vísti búk, fór eitt suff gjøgnum fjøldina.Sjálvdan hevur ein konsert í Føroyum verið so vøkur. Ummæli av vakrari konsert […]

Undurfulli filmurin Chocolat vísti okkum greitt, at góðgæti kann vera seksutt og skapa kenslur, ið kitla uppá tann stuttliga mátan.   Eg havi tó sjáldan uppliva góðgætiskitlan líka sterkt sum í dag, tá eg át Raspberry Red frá Summerbird.   Á jólum gav Host Nordic, ið er ein undirveitari hjá Sendistovuni okkum ein góðgætispakka í […]

Isadora and the Rebels er ein framúrskarandi bólkur. At songkvinnan Guðrið Hansen er frálík visti eg væl, men í hesum bólkinum er hon veruliga í essinum. Talan er um teirra heilt egna sera gjøgnumførda tónleikabland, sum vevur m.a. spælimanstónleik, vísusang, 70’ára tung málm, 90’ára rokk, indi rokk og alt møguligt annað saman í ein dýrabæran […]

Bólkurin skuldi eftir skránni byrja kl. 18, men klokkan var nærri 19, tá The Story Ends komu til Klaksvíkar. Fólk var komið og farið og nýtt var komið til. Hvør eigur feilin, veit eg ikki, men avtalan var eftir øllum at døma, at bólkurin skuldi byrja kl. 19, meðan skráin fyri Summarfestivalin segði 18. Hetta […]

…Hetta var einki minni enn ein bumba, og tá eg frætti, at Løgmaður var í tinginum, sat eg við spenningi, tí hvat fór ein løgmaður, ið enn ikki hevur stuðul í sínum egna flokki, at siga, tá kritiski journalisturin grillaði hann við spurningum, sum hvør lýgur tú, Magni Laksáfoss ella Jóanes Eidesgaard, hvussu kanst tú […]

– Tá okkara næmingar koma inn í ein skúlagarð við asfalti og við eini skúlaklokku sum ringir, tá slær tað klikk fyri teimum, so vit hava roynt at vent øllum 180 stig. Skúlin er í einum vanligum sethúsum. Vit gera nógv fyri at her er hugnaligt. Vit hava stearinljós á borðinum, garðurin er grønur og […]

Eg havi eftir hondini hitt nógv fólk har, t.d. hitti eg tvær amerikanskar gentur, ið kallaðu seg Sphere & Cube. Tær bjóðaðu mær cyber-sex, men eg hevði ikki tíð og endaði tí við at fornerma tær. Eg hitti tær aftur seinni, men tá bóðu tær meg, sleppa mær har, sum pipari grør, ella skuldu tær […]

Eg mátti spyrja serkunnleikan, um nær ein tinglimur seinast var smitaður úr Javnaðarflokkinum, og fekk at vita, at tað var í 1946. Tá Jákup í Jákupsstovu fekk durðafjórðingin fyri sína støðu í tjóðskaparmálinum.   Sitandi javnaðarformaður hevur prógvað, at Javnaðarflokkurin nú á døgum er so rúmligur, at man neyvan kann kategorisera flokkin sum politiskan.   […]

Eg loyvi mær at sitera mín arbeiðsgevara: Tá ið Microsoft 27. august í 2001 gav Internet Explorer 6 út, lá dreingjabólkurin, Five, á popptindunum við lagnum, Let’s Dance. Um hetta mundið var amerikanski forsetin, Georg W. Bush, undir stórum trýsti, og al-Qaida ætlaði sær at leypa á USA við flogførum.   Í Føroyum var Anfinn […]

Bólkurin spælir eitt slag av orkurokki, ið riggar ótrúliga væl til konsertir. Tað gjørdi eisini konsertina uppaftur betur, at allur bólkurin gav seg 100%. Tey spældu, sum um hetta var teirra síðsti tími, og tú kundi ikki annað enn gerast bergtikin av hesum orkumúri, tí kókaði tað framman fyri pallin. Serliga lagið Bundy fekk veruligt […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives