Ritsavn February, 2012

At Lena Anderssen hevur eitt serligt pláss í hjartanum hjá nógvum føroyingum kom til sjóndar á Planet Awards í fjør: Hóast nýggja fløgan enn var spildur nýggj, og ikki var tráspæld í útvarpinum, so vann hon heiðurin, sum besta føroyska fløga í 2011, frammanfyri útgávum hjá Guðrið Hansdóttir, Budam, Swangah Dangah og Benjamin Petersen. Men […]

T.O.S hevur givið kristnum føroyskum tónleiki eina nýggja dimensjón, og á konsertini í kvøld opinberaðist hendan dimensjónin fyri uppaftur fleiri,  tí T.O.S røkkur nógv longur enn bert til vanliga gospeláskoðaran og við luttøku á einum verðsligum tiltaki sum Summarfestivalinum kemur tónleikurin út til fólk, ið neyvan vanliga høvdu hoyrt bólkin. Ummæli av T.O.S, á Summarfestivalinum […]

Fann hesa yrkingina á telduni, hon er partur av savninum Rótleys Tøgn, ið liggur inni á síðuni yrkingasøvn. Hon bleiv brúkt til setanina av Listastevnu Føroya í 2002, hetta er ein partur av samstarvinum millum meg og Trónd Bogasaon, ið brýtur eitt sindur frá MC-Hár samstarvinum, ið vit best eru kendir frá. Eg minnist ikki […]

Síðan Rithøvundafelag Føroya í fjør gav út bókina ‘Rithøvunda Bókin’ hevur nógv verið skrivað í fjølmiðlunum um hesa útgávu, men tíðanverri hevur skrivingin mest snúð seg um, hvør ikki átti at verið við í bókini. Um hvør hevur rætt til at kalla seg rithøvund. Henda skriving hevur eftir mínari metan mest verið drivin av útbrendum […]

– Eg visti, at tað fór at ganga væl, men at tað skuldi ganga so skjott, kann eg bert fegnast um. Eg trugvi, at um tú hevur rætta áræðið, so kanst tú koma langt eisini í Los Angeles, sigur Hans Fróði.   Samrøða við Hans Fróða Hansen 27. apríl 2007 í sambandi við hansara amerikanska […]

Eg fann eina mappu við enskum tekstum, ið eg skrivaði í 90’unum, tá vit í MC-Hár arbeiddu við enskmæltum tónleiki. Hetta er ymiskt, sum ongnatíð bleiv brúkt, líka burtursæð frá tekstinum til What, sum er upprunaligi teksturin til sangin Vátt, sum er á MC-hár – Framvegis uttan vit. Hann er eisini elsti teksturin av hesum, […]

Eg var ikki sjálvur í Klaksvík, og veit tí av góðum grundum ikki hvussu ringir Lítla Rúm vóru. Men at teir høvdu ta einastu ringu framførsluna í ár, ivist eg í. Við bert at hava kritikk av hesum eina bólki, gevur Tónleikur 2001 lesaranum eina mynd av Lítla Rúm, sum ársins ringasti bólkur. Hetta er […]

Eg gevi í dag út yrkingasavnið Ongul í Reyv á føroyskum og donskum. Tað er ókeypis og klárt at taka niður á telduna. Tittulin á mínum yrkingasavni frá 1994-95 var Ongul í reyv, og júst hetta lýsir væl, hvussu tað gekst við at fáa tað útgivið, hóast eg sendi tað til eitt ótal av føroyskum […]

Í apríl setti veljarin í Føroyum landið í eina sovorðna støðu, at andaliga avstumpaðu helvitisprætikantarnir úr Miðflokkinum fingu veruligt vald.  Eitt annað botnavrik var, tá javnaðar tingmaður úr Sandoynni, legði eftir ginunum.   Afturlítandi orðaskvaldur við ársenda 2002   Úr lippukassanum Eg lasi lokið av lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr […]

Eg var niðri í SMS seinastu viku, saman við mínum tveimum synum, ein er 7 ár og hin 3 mánaðir. Komin uppá møtti eg einum pari. Hetta var eitt fitt ungt par 21-22 ára gomul, gentan var við barn mundi hava gingið einar 5-6 mánaðar. Tey gingu har so fitt og spankuleraðu við hvør sínari […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives