Ritsavn May, 2012

Eg hati makrel

In: Hugleiðingar

29 May 2012

Makrelur er ein kontroversiellur fiskur, øgiliga kontroversiellur. So kontroversiellur, at løgmaður nú hóttir Miðflokkin við at vera smitaðan úr samgonguni, um teir atkvøða fyri uppboðssølu av makreli einaferð afturat. Persónliga havi eg bert andstygd yvir fyri makreli, eitt hatur, ið stingur djúpt, eitt hatur frá gomlum døgum.   Eg havi ikki skil á makreli. Eg […]

Nú kom sólin endiliga, og tað var sostatt í fagrasta veðri, at HB U12   spældu tríggjar dystir í Sandavági seinnapartin í dag. Ein sigur móti B68 og ósigrar móti ávikavíst KÍ og 07 Vestur, sigur ikki alla søguna, tí HB liðið byrjar veruliga at vísa gott samanspæl, og spældi rættiliga væl stóran part av degnum. […]

Onkur segði á Facebook í gjár, at Annika Mittún Jacobsen einki hevði at missa, nú hon er á veg út gjøgnum hurðina, og at niðurleggingin av Degi og Viku í summar,  var ein máti at smekka veruleikan av minkandi játtanini upp í andlitið á politikarunum.   Tað eru  bara tveir trupulleikar við hesum, tað fyrsta […]

Sjáldan havi eg hoyrt so vánaliga undanførslu, sum tá Annika Mittún kjakaðist við Árna Gregersen í sendingini Pressan í dag.   Árni Gregersen vísti á, at Kringvarpið hevur 60 mió á sínari fíggjarætlan, og at hetta eigur at røkka eitt sindur, og at tí var talan um skeivar raðfestingar, tá man velur ikki at hava […]

Á heimasíðu redaktiónini hjá Chelsea á  Stamford Bridge í London, hevur man varnast aktiva leiklutin hjá føroyska Chelsea fjepparafelagnum, og í grein á heimasíðuni í dag, nevna tey, Champions League veitsluna, ið Chelsea FC Føroyar skipar fyri á Café Natúr leygarkvøldið. Tá Chelsea hittir Bayern Munchen á Allianz Arena leygarkvøldið er talan um nokk størsta […]

16. mai og tað kavar uttanfyri, veðrið er í minsta lagið stabilt, segði ein vinmaður. Ja, eg meini so við, í Føroyum hava vit í stóran mun tvær árstíðir, hávetur og lágvetur. Ella soleiðis kennist tað í øllum førum ein dag, sum í dag.   Tey siga tó, at summarið kemur, og eg havi enntá […]

 Fótbóltsferð 7. partur: Heimafturkomin   Inntrykkini hava verið so nógv hesar seinastu dagarnar, at eg eri heilt móður í bæði kroppi og sinn, nú eg eri afturkomin á Argir.   Nú er hetta ikki einans fyrsta fótbóltsferð, ið eg havi skipað fyri, hetta er eisini fyrsta fótbóltsferð eg havi verið á, men eg má siga, […]

Fótbóltsferð 6. partur: Chelsea 2 – Blackburn 1   So var eisini sjálvur dystardagurin av, siti í kamarinum ávegis í song, vit skulu sera tíðliga upp í morgin, skulu flúgva frá Gatwick kl. 8:45 og skulu tí frá hotellinum kl. 5.30, sum høvuðsfyriskipari av túrinum má eg taka heiðurin fyri hesa ógudiligu flúgvarabooking, ið var […]

Fótbóltsferð 5. partur: Til dyst millum York City og Newport County   Enn ein fótbóltfyltur dagur farin afturum, í sambandi við vitjanina á Wembley fríggjadagin, funnu vit útav at The FA Carlsberg Trophy finalan skuldi vera har leygardagin millum non-league liðini York City og Newport County, og vit valdu tí at fara út aftur á Wembley […]

Fótbóltsferð 4. partur: á stadion tourne     Enn ein dagur farin afturum á fótbóltsferðini hjá Chelsea FC Føroyar, tvey frálík stadion eru vitjaði, og upplivingarnar eru stórfingnar her í London, har sonurin Mikal nýtti høvið at lyfta FA-Cup steypið.   Meðan vit sótu á hotellinum og ótu enskan morgunmat, royndu vit at fáa øll […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives