Ritsavn June, 2012

Kennist eitt sindur løgið, her siti eg í Skagen, og fylgi við statusdagføringum og myndauploadum, hjá vinfólki, ið antin er í Vágsbotni ella ávegis til Voxbotn. Mín tummil er beinleiðis eymur av at trýsta á Like knøttin.   Ikki sørt, at eg havi eitt sindur av blandaðum kenslum. Tí samstundis, sum eg gleði meg til […]

Eg gjørdist ikki sørt kløkkur, tá eg sá omanfyristandandi mynd á Tórsportalinum, hetta var ikki bert tí, at eldur var í einum søguligum bygningi mitt í tí grannalagnum, har okkara mentanarsøga er ríkast, men eisini tí, at mítt forhold til hetta neystið er heilt serligt.   Hetta var holan hjá okkum mitt í 80’unum. Vit […]

Bjargingarfólkið var ólukkuligt, tíðindamaðurin var ólukkuligur, og býráðið á oynni var ólukkuligt. Ja, Býráðið var so ólukkuligt, at strondin var gjørd til friðhalga land, eingin hevði loyvið at fara oman á hetta heilaga sorgarstað, áðrenn líkini av hesum hábærsligu sjóverðum vóru burtur. Tá eg fór úr New Zealandi var enn ikki avgjørt um hvalirnir skuldu […]

Tað var ein skelkað Eivør Pállsdóttur, ið eg fekk í hornið, tá eg ringdi til hana í Wien í gjárkvøldið og segði henni, at hon var í uppskoti til seks virðislønir á Danish Music Awards Folk. Fyrstu fimm orðini vóru HA? Síðan spurdi hon, um eg argaði hana, ella um hetta vóru loynimyndir. Samrøða, ið […]

Liggi í sofuni við krími og lurti eftir Rás 2 í Barcelona. Rannvá Gaard Fossaberg, Eyðun Klakstein og Hjalmar Hvítklett hava júst vitjað La Sagrada Família, fantastisku kirkjuna hjá Antoni Gaudí, ið enn er í ger.   Eg minnist væl, tá eg í 1991 vitjaði hetta fantastiska bygningsverk, ongantíð havi eg kent meg so lítlan […]

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!   Røðan hildin til Vendetta endabrestin í Sjónleikarhúsinum 16. juni 2012:   Seinastu mánaðirnar hevur Føroya Vanstýri gjørt so nógvan akuttan skaða á […]

Edvard Nyholm Debess hevur latið eina hugnaliga og persónliga fløgu úr hondum, og hóast hon er á markinum millum fjølbroytt og stílforvirra, so er heildarupplivingin góð.   Nýggja fløgan er nummar “eg veit ikki hvat” í røðini av útgávum hjá Edvardi. Men tó kennist hon, sum ein debutfløga. Fyrst og fremst tí hetta er fyrsta […]

Leygarkvøldið skipar Unga Tjóðveldi saman við 200 fyri endabrestinum á Vendetta konsertferðini. Nú er eisini greitt, at umframt framúrskarandi tónleik og undirhald, verður høvi at hoyra Nudlar Live. Tí eg eri biðin um at halda røðu. Røðan er longu skrivað, og eg kann avdúka, at eg komi við tveimum heilt konkretum uppskotum til, hvussu vit […]

Eg leitaði í mínum gomlu upptøkum av ymiskum slag, og fann eitt gamalt MC-Hár lag, ið vit ongantíð góvu út, men sum tó er spælt nakrar ferðir. Upptøkan er frá einum Prix Føroyar undanumfari í Fuglafirði í 2003, og verður nú  deilt við tykkum góðu lesarar. Lagið er skrivað í tíðarskeiðinum beint aftan á, at […]

So tók Armando yvir, sum tann góði verturin hann var, og vildi sleppa at dansa, hann rann út millum áskoðararnar og dansaði. Meðan Marius við einum eitt sindur meira lívligum enda, endaði við lívligu løgunum “One In The Masses”, “Eyes” og “Walk The Road Alone”, og tá vaknaði áskoðarafjøldin, og ballið gjørdist fullkomið.   Ummæli […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives