Ritsavn July, 2012

Jesus prædikaði kærleika. Hetta er týdningarmesti parturin í Bíbliuni, tí kærleikin er størstur. Tá fólk brúka Bíbliuna til at halda minnilutar, sum tey samkyndu niðrið, so eru tey ikki bara ring menniskju, men eisini ring kristin. Tey loypa um garðin, har hann er lægstur, og spæla hellig uttan persónligan kostna, tví, tví, tví!   Bíblian […]

Veðurguðarnir vóru ikki góðir við G! í ár, men nógvir av bólkunum fingu okkum at gloyma veðrið, ein teirra var Dánjal, sum fekk okkum at vagga við í regninum á Gøtusandi.   Sigoynara tónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveimum framførslum frá Amsterdam Klezmer Band og okkara egna Dánjali, […]

Gullkorn til tey fáu

In: Ummæli

22 Jul 2012

Kaj Klein og hansara frálíki bólkur stóðu fyri einari av bestu framførslunum á G! fríggjakvøldið, men dupultbóking og svikaligt veður høvdu við sær, at tað var sera tómligt niðri á sandinum hesa løtuna millum 18 og 19.   Kaj Klein var høvuðsnavnið á mínari G! skrá, dámligi vestmenningurin hevur latið úr honum eina av ársins […]

Svensku Kapten Rød fingu uppgávuna at bjarga fríggjakvøldinum, tá hini útlendsku nøvnini Veronica Maggio og Nanook ikki vóru lend, og fyribils vóru útsett til dagin eftir. Hetta megnaði bólkurin væl, tí tað var sera trupult ikki at dansa við til forførandi reggaetónarnar og lívligu mennirnar á pallinum.   Upprunaliga skuldi Kapten Rød á pallin beint […]

Dead Beat Punx settu lív í regnvátu fjøldina við sínum fínu løgum og stórslignu ljóðmynd, at allir limirnir eru púra villir á einum palli bilaði heldur einki.   Handan navnið Dead Beat Punx goymir seg ein bólkur mannaður við nøkrum av teimum mest spennandi føroysku tónleikarunum, og tað var tí við sera stórari gleði, at […]

Øgilig øði á Hanusi Hansen í dag, Klaksvíksreiðarin skeldar í dag um revsingina, ið eitt av hansara skipum hevur fingið orsakað av ov nógvari hjáveiðu í makrelfiskiskapinum, skipið hevur tríggjar ferðir loyvdu nøgdina av sild, ja, eg skrivaði 3 ferðir! . Hann metur revsingina vera alt ov harða í mun til lógarbrotið. Eg haldi, at […]

Í dag fór Sendistovan í summarferiu, og vit starvsfólki brúktu seinnapartin til at hugna okkum saman, fyrst grillaðu vit og ótu ein lekran bita á parkeringsplássinum. Deiliga hugnaligt saman við mínum fittu starvsfeløgum.     Ein av okkara kundum Byrsumúli skipar fyri skjóting fyri fyritøkur og bólkar, so tá vit nú skuldu hugna okkum, so […]

So er tað alment, eg skal aftur á pall við MC-Hár, gleði meg sum eitt smábarn, og eg vóni av heilum hjarta, at tit øll koma á ólavsøkukonsertina 27. juli.   Les eitt sindur meira um serstøku jubileumskonsertina, okkara 10. ólavsøkukonsert, júst 20 ár eftir okkara fyrstu her

Her siti eg í tokinum  eitt stað mitt á Fjóni, ávegis til Roskilde Festivalin, og via hendan heldur lunkaða hotspottin hjá TDC, fái eg sporadiska atgongd til internetið, og her koma støðugar heilsanir frá vinum, ið biðja meg ikki keypa rúsevni á Roskilde Festivalinum, tí okkurt vandamikið er í umfar har úti. Ein sviði er […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives