Ritsavn October, 2012

Hanus Samró luttók í Degi og Viku, sum ein endurføddur Óli Breckmann við Ólasa butterfly look, og hyper borgarligum meiningum í stíl við eldra butterfly bróðurin. Fólkaflokkinum so líkt, uppliva vit enn einafarð, at lóggáva skal ganga útyvir okkara veikastu, bara tí man er bangin fyri, at onkur snýtur seg undan at arbeiða.   Málið […]

Einans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk.     Felagið Føroysk Miðlafólk skipaði leygardagin fyri temadagi um etikk í fjølmiðlunum, tað var norski serfrøðingurin og journalisturin Gunnar Bodahl-Johansen, ið var skeiðshaldari. Hann er royndur […]

Tað hevði ivaleyst fingið idiotarnar at hugsa tvær ferðir, áðrenn teir spjaddu sín hatursfylta boðskap, um onkur varð dømdur eftir 266B. Hetta og annað skilagott segði eg í Degi og Viku í gjár, síggj innslagið her.   Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari helt at fleiri av ófantaligu dømunum á portal.fo seinastu dagarnar vóru brot á […]

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru konsertir í Margarinfabrikkini í Havn, bæði kvøldini vóru væl vitjaði, og konsertirnar gingu væl. Lýst var við, at hetta vóru nýggjastu bólkarnir í landinum, og tveir av bólkunum vóru so nýggir, at teir frumframførdu í Margarinfabrikkini. Planet var við leygarkvøldið og kann staðfesta, at framtíðin hjá føroyskum tónleiki er fjøllbroytt og […]

Strúkararnir lyftu løgini og gjørdu tey uppaftur meira innilig. Men bólkurin vísti eisini, at hann dugdi at larma hetta kom til sjóndar í larmuttum pettum, t.d í Úr undirgrundini, ið var tað fyrsta lagið, har Knút Háberg Eysturstein traðkaði ordiliga í karakter, sum vit eru von at síggja hann í eitt nú Marius. Hetta skal […]

4. hvørt ár fara vit á býráðsval, umleið 3.-4. hvørt ár fara vit á løgtingsval og 3.-4. hvørt ár fara vit á Fólkatingsval. Í Føroyum hava vit vanliga sera høga valluttøku, so demokratiið hevur tað gott her. Ella hevur tað?   Persónliga haldi eg ikki, at vit hava nóg góðar politikarar. Jú, gamaní summi eru […]

Havi júst lagt míni ummæli av ársins Summarfestivali út her á síðuna, til ber at lesa tey, og ummælini frá øðrum Summarfestivalum her:   

Løtumynd og eg blaki meg nakin út í kensluhavið flóti við móti streyminum tí okkurt togar meg tað kennist rætt og eg føli, at havið tekur meg í sín favn og eg drukni, umaftur og umaftur og umaftur   vakni aftur enn líka nakin uppi á turrum ella næstan eg grinni í øllum førum botnurin […]

FSF, tveir teir seinastu landsliðsvenjararnir og føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum  eiga rós uppiborið. Tað er ikki langt síðan, at ein føroyskur landsliðsdystur var ein neyðug pína, ið man skuldi ígjøgnum. Ein pína, ið altíð kom onkrastaðni í dystinum og sum ofta varð serliga ring móti endanum.   Hetta er nú broytt, spenningurin er øgiligur, vónirnar […]

Eg sá eina áheitan, hjá Sunleifi Rasmussen á onkrari blaðforsíðu fríggjadagin, ivaleyst var tað Dimmuni. Hann heitti á listafólkini um at boykotta landsstýrið. Eg hevði ikki stundir at steðga á, so tað var ikki fyrr enn í kvøld, at eg las sjálva viðmerkingina hjá Sunleifi. Hon kann millum annað lesast her á Listinblog.   Hann […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives