Ritsavn October, 2012

Samanumtikið var gott lív í alla konsertina. Men tað var ikki eitt lag, ið fekk allar størstu reaktiónina frá áskoðarunum. Óljóðið var øgiligt. Eg kendi meg deyvan eina góða løtu aftan á. 500 konufólkarøddir skríggjaðu av ovfarakæti, tá Noam lat seg úr skjúrtini og stóð í berari undirtroyggju.   Vit mundu vera eini 100 mannfólk […]

Havi júst havt 70 sera hugnaligar minuttir við synunum, sjálvt um døgurðaborðið sær óvanliga svansutt út, við rísi, majsi og ísi í rímiliga stórum mongdum, (tað er trupult at eta undir skýmligum umstøðum) so var hetta ein veruliga stuttligur døgurði, eingin skermur lokkaði, so dreingirnir sótu góðir og ótu, til teir vóru heilt mettir, og […]

Bíðirøðin er long fyri at sleppa inn á Skarv hetta leygarkvøldið. Tá onkur fer út, sleppa onnur inn. Hetta er heldur sjáldsamt á føroyska vertshúsinum. Ein grønlendari stendur sum eitt spurnartekin og skriðar sær í nakkanum. Hann spyr undrandi “Hvad sker der her i aften?”. Eg greiði honum frá serligu støðuni hjá Kára P. millum […]

Las júst á Facebook vanganum hjá Føroya Løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen eitt áhugavert kjak, ið snúði seg um dagføringina av lønunum hjá Landsstýrisfólki. Men eg stúrsaði við, tá løgmaður legði í krovið á býráðssamgonguni í Havn. Tí havi eg hug at spyrja umboðini fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, um hvat tey halda um, at løgmaður […]

Í morgun bórust deyðsboðini um Rasmus Rasmussen. Vit hava mist ein vin og familjan hevur mist sín Rasmus. Men hetta er eisini ein sorgardagur fyri føroyska mentan, tí vit hava mist ein gandakall, ið gandaði kenslur burturúr sínum ljóðføri.     Tá man í 2005 valdi besta føroyska gittarleikaran á Atlantic Music Event, var tað […]

Fyrrapart fríggjadagin 3. august savnaðist føroyska tjóðin framman fyri sjónvørpunum, okkara ítróttarligi stoltleiki varð konsentreraður í hesari løtuni, tá Pál Joensen endiliga skuldi svimja 1.500 metrar í OL í London. Skuffilsi var øgiligt, tá okkara vón ikki megnaði at koma í finaluna, ið hann hevði arbeitt so hart fyri at koma í. Øll tjóðin føldi […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives