Ritsavn November, 2012

Góðu fittu Nudlalesarar Nú jólamánaðin stendur fyri durðum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum. Hvønn dag fram til jóla  deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein […]

Millum útlendsku gestirnar á AME var blað- og myndamaðurin Paul Sullivan, ið til dagligt búleikast í Týsklandi, men sum hevur heimin sum arbeiðspláss. Sullivan starvast sum free-lance blaðmaður hjá hópin av ymiskum tónleikabløðum og tónleikaheimasíðum. Hann segði við okkum, tá hann vitjaði í Føroyum, at hann fór at skriva fleiri ymiskar greinar frá tiltakinum til […]

Sum kunngjørt áðrenn konsertina, hava Nik og Jay valt at skipa sínar framførslur eitt sindur øðrvísið enn áður. Tónleikararnir eru skiftir út við DJ Morten Breum, ið stýrir tónleikinum. Harafturat høvdu teir í besta Eminem stíl ein mann við sær, ið gekk runt á pallinum uttan ljóðføri ella mikrofon, og sum hevði til uppgávu at […]

Nú er mín lítli miðil her ikki ein journalistiskur miðil, so eg eri ikki tann, ið vanliga heldur mikrofonina í gronina á makthavarunum, tí fari eg at heita á tykkum, ið starvast á ordiligum miðlum, um at spyrja kringvarpsstjóran Dia Midjord um nakað, ið tit faktiskt longu áttu at havt spurt hann. Hvussu nógv sparir […]

Í ár hava fyriskipararnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum […]

Hatta er ikki eitt kamar, hatta er eitt borð sum stendur uppiá nøkrum kassum uttanfyri, orðini eigur mín fýra ára gamli og serstakliga fitti sonur Tummas, ið saman við mær hugdi at Spískamarinum við karismatiska sjónvarpskokkinum Gutta Winther.   Tummas hevði sitið í púra upptikin av telduskíggjanum, har Gutti heintaði rabarbur, fann røttu ølina og […]

Eg havi uttan iva sum flest onnur rættiliga góðan hug til at ilskast inn á Dia Midjord, nú hann hevur avtikið stóran part av sendiflatuni hjá útvarpinum, 3-2 og eina Dag og viku sending. Men eg kann tó ikki lata vera við at undrast yvir, at støðan kann vera vorðin so ring, sum hon er […]

Eg haldi ikki, at Kringvarpið røkti sína uppgávu, sum public service stovnur í dag, tá Høgni Hoydal fyrrverandi fólkatingslimur og Dánjal Poulsen úr Føroyskt Ísraelskt vinarfelag skuldu lýsa støðuna millum Ísrael og Palestina. Nei, tað bestu lýsingina havi eg funnið í bókini Álvur og hermannapápin hjá Gunnillu Bergström Kringvarpið royndi enn einaferð at lýsa stríðið […]

So er valt

In: Hugleiðingar

13 Nov 2012

So hevur man verið í Róðranestinum á Argjum og sett sín kross á røttum stað, hesaferð fór atkvøðan til ein ungan nólsoying, kanska ikki tann mest sjónligi í valstríðnum, men hann vann sær so mína atkvøðu longu 8. august, tá hann helt røðu á mjørkaklædda fólkafundinum á Reynsmúlalág, og hóast atkvøðan sat eitt sindur leyst, […]

BREAKING FOKKING NEWS – NUDLAR.NET MELDAR SEG INN Í TÍÐINDASKRIVSPRESSUNA! Eg havi í dag fingið eitt fokking tíðindaskriv, frá fokking 200, og tað er somikið fokking áhugavert, at eg leggi tað út fokking her. Eg veit væl, at hetta er gerandiskostur á øllum hinum miðlunum, men hetta er mín bloggur, og sostatt skuldu tit helst […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives