Ritsavn December, 2012

“Eg gleði meg til 2013”, segði eg við ein vinmann, sum var skjótur at svara: “Hví tað, hvat skuldi verið øðrvísi við 2013?”   Well ivaleyst er ikki so øgiliga nógv orsøk, at halda, at tað verður radikalt øðrvísi, og tó so, ársendið og ársbyrjan geva okkum møguleika at hyggja aftur og eisini at byrja […]

Ein av teimum útlendsku gestunum, ið fekk mest burtur úr Atlantic Music Event, var Sarah-Chanderia, stjóri í Hacate Entertainment Group. Sarah arbeiðir við tónleika publishing og hevur gjørt tað til sína serfrøði at seta bólkar og marknaðir saman. Hon selur tónleik til sjónvarp, filmar, lýsingar, plátufeløg og mong onnur. Tá vit fingu orð á hana […]

Tað var ein rættiliga ónøgdan Høgna Lisberg, sum eg fekk orð á. Myspace síðan hjá Høgna var uttan ávaring og uttan frágreiðing strikað av Myspace. – Hetta er eitt ár av arbeiði, sum er mist. Eg havi brúkt síðuna sum mítt visitkort, og nú er alt arbeiðið burturi, greiddi Høgni frá. Høgni hevur nú fingið […]

Allan jólamánaðin havi eg her á Nudlum forkelað tykkum við ymiskum áhugaverdum, men í dag sjálvan jólaaftan ber av. Eg kann borðreiða við ongum minni enn einari sensatión. Eg havi fingið hendur á endurinnspælingini av lagnum “Koyr okkurt í mína hosu”, ið Karaoke bólkurin Konfekt hevur gjørt við teimum originalu sangarunum. Elis, ið tykist at […]

Hendan er altíð verd at fara aftur til, tann deiliga lívsjáttandi rappvideoin hjá Danny Robins um Føroyar. Tí verður tað mín kalendaragáva til tykkara í dag. Góðu fittu Nudlalesarar Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari […]

Matador hevur altíð verið sera vælumtókt í mínum húsarhaldi, so tað var við spenningi, at eg og synirnir settu okkum við Baróninum, ið er nýggja føroyska útgávan av Monopoly ella Matador, sum tað eitur á donskum.   Vit ruddaðu nátturðaborið, settu talerkar í uppvaskimaskinuna, turkaðu borðið av, og til saliga hurrið av elektroniskum uppvaski, løgdu […]

Dagsins jólagáva verður ein av teimum tyngru, tað tykist sum okkara samfeløg í vesturheiminum hava tapt stríðið móti yvirgongsmonnum, nettupp tí, at eftir 11. september fóru vit á kompromis við tey grundvirði, ið vit byggja okkara samfelag á. Eitt nú er píning vorðin ein alment góðkendur avhoyringarteknikkur aftur. Hetta fóru vit í okkara parti av […]

Sumt er so svulstigt, at tað bert skal njótast í smáum nøgdum, men jólini eru ein svulstig tíð, so nær annars kann man rúma eins nógva svulstigheit, sum á jólum. Kalendaragávan hendan 21. desember harrans ár 2012, verður hátíðarhildin við einum Youtube playlista til tykkara. Hesin listin hevur eina rúgvu av løgum, ið hvør sær […]

Prix Føroyar var nakað av tí stórsta, ið er hent í føroyskum tónleiki, úr øllum skotum og krókum komu bólkar av alskyns slagi. Bólkar sum skrivaðu egnan tónleik, og við dreyminum um stóra pallin í Norðurlandahúsinum fóru á pall til undanumfør kring allar Føroyar. Fyrstu árini vóru áskoðaraatkvøðurnar sera týdningarmiklar og í onkrum umførum sluppu […]

Síðan Kaj Leo Holm Johannesen tók við, sum løgmaður, hevur ábyrgd landsstýrismanna verið skúgva til viks. Einki hevur avleiðingar, óansæð hvat eitt landsstýrisfólk ger, so verður tað glattað út. Eg noyðist neyvan at minna mínar eldru lesarar á, at ein av høvuðsorsøkunum til kreppuna fyrst í 90’unum var, at landsstýrisfólk og løgtingslimir goymdu seg handan […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives