Ritsavn December, 2012

Góðu fittu Nudlalesarar Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum. Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt […]

Mín kalendaragáva til tykkum í kvøld er nýggi sangurin, ið Sirkus All Stars hava spælt inn hesi jólini, hann er longu nógv spældur og deildur á Facebook, men nú eg gangi og murri hann alla tíðina, so haldi eg eisni, at hann er ein hóskandi gáva til tykkum øll. Tey sum hava hoyrt hann áður, […]

Eitt sindur av reinum jólahugna Ceelo style  til tykkum í kalendaranum í dag. Góðu fittu Nudlalesarar Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum. Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við […]

Nakað fyri býráðsvalið í ár, møtti eg fleiri valevnum úr fleiri ymiskum flokkum, ið øll vóru serstakliga blíð, og eg kærdi mína neyð um manglandi gøtuljósini undir Kongavarða, og vandan tí so nógv skúlabørn av Argjum ganga hendan vegin á veg í skúla. Allir sum ein lovaðu gøtuljós, og tá tey ljósini endiliga lýstu, settu […]

Tá fleiri av tónlistafólkunum vórðu rakt av sjúku og máttu avlýsa á Í menniskjum góður tokki konsertini fríggjakvøldið, traðkaði ein maður veruliga í karakter. Jákup Eli spældi tvær ferðir, og víðkaði programmið sera nógv. Tvær fínar framførslur: “Eg roykti hasj” var millum absoluttu hæddarpunktini, og tað verður tykkara kalendaragáva í dag. Vit biðja umbera ljóðtrupulleikarnar […]

Tigandi tala   Góða møt mær í mjørkanum lat okkum leita eftir gleði í tí gráa hoyra heiðafuglin ið vit ikki síggja syngja orð ið vit ikki skilja í mjørkanum   Eg vil hvíla í lynginum í tí gráa, bleyta, váta síggja seyð sum neyt og eingi neyt og føla támið kína mær um ennið […]

Tá Gissur Patursson fór við flogfarinum til Ísland hevði hann 60 kilo av føroyskum fløgum við sær. Talan var um tilsamans trý fløgusøvn, tað størsta og mest kompletta varð latið til Ríkisútvarpið, ið eisini er plátusavnið hjá Rás 2. Gávan til Ríkisútvarpið varð handa leygarmorgunin. – Øll, ið starvast í plátusavninum vóru møtt upp við […]

Døgnið, ið nú enn er nýtt, kann gerast eitt lagnudøgn í føroyskari søgu. Seinni í kvøld fer Føroya Løgting at hava árliga jólaborðhaldið, og kanska tey fara at hugna sær. Men áðrenn hetta kunnu tey hava gjørt óbótaligan skaða á samfelagið Føroyar.   “Vit hava eitt demokratiskt problem”, segði ein skilagóður vinmaður við meg, eftir […]

Í 1992 koyrdi eg ein túr út til Trónd Bogason, eg hevði júst fingið koyrikort. Tróndur var komin uppí MC-Hár um heystið í 1991, og vit høvdu eftir eina væleydnaða konsert í útvarpshøllini í februar 1992 fingið blóð uppá tonnina, og skrivaðu tónleik. Ætlanirnar vóru stórar, so føroysku tekstirnir vóru skiftir út við enskar, og […]

Seinastu nátt svav vætturin Sofus heima hjá okkum, hann býr í barnagarðinum hjá Tummasi, og skiftist at fara heim við børnunum. Í morgun komu vit upp til eitt øgiligt órudd og hetta brævið lá á til okkara:   11.-12. desember hjá Tummasi Í nátt havi eg sovið heima hjá Tummas, á denn fest, eg havi […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives