Ritsavn February, 2013

So situr man her í einum frisørstóli, meðan litingin prikar í hárbotnin, eg vil hava fryntligu ungu damuna, at geva mær mín egna hárlit aftur, tá eg nú byrji at skriva eru 14 tímar og 22 minuttir til eg verði 40 ár . Støðan er ivaleyst kend frá øðrum og virkar satt at siga, sum […]

Ein av tónleikajournalistunum segði við meg: – Lat teir spæla eina sýnisgluggakonsert í Keypmannahavn, so berjast plátufeløgini um teir. Jens Ove Friis stjóri í plátufelagnum Recart var ein av heitastu fjepparunum hjá Boys In A Band eftir framførsluna í Kagganum hóskvøldið. Hann segði tá við meg: – Hetta er nakað av tí besta, ið eg […]

Í morgun hevði Eyðfinn Jensen bjóða mær í Brunsj sendigina hjá Kringvarpinum at ummæla dupultfløguna og yrkingasavnið hjá Øssi Johannesen “Vindurin blæsur gjøgnum markið í millum tey livandi og tey deyðu”. Hetta er ein frálík útgáva, og hoyrdi tú ikki sendingina ella ummælið ber til at lurta eftir ummælinum beint  her

Í støðum var løtan gandakend, men alla tíðina hugnalig og vøkur, tá kirkuráðið í Kvívík og prestur Theodor Eli Dam Olsen bjóðaðu til Leonard Cohen kvøld í Kvívíkar kirkju nú fríggjakvøldið.   Vit komu í kirkjuna næstan hálvan annan tíma áðrenn konsertina, tí vit vildu tryggja okkum pláss til hesa forkunnugu mentanaruppliving. Tað vísti seg […]

Eg havi í fleiri ár skrivað greinar um at legalisera rúsevni. Eg má eisini siga, at eg síggi onga orsøk til, at cannabis er ólógligt, tá vit samstundis loyva sølu av rúsdrekka. Alt hatta kunnu tit lesa meira um t.d. her.   Tí er nærliggjandi at halda, at eg eri hampafólk, og hóast eg stuðli […]

Fyrstu ferð eg hoyrdi Red Hot Chili Peppers var mitt í 80’unum, tá skate board filmurin Thrashin við m.ø. Josh Brohlin kom til Føroyar og vit hugdu at honum umleið 50 ferðir. Eg hataði bólkin, ið tá var heilt ókendur og spældi í einum klubba, har skate board hetjurnar vitjaðu. Eg helt tónleikin vera forferdiligan. […]

Eg segði tað longu fyri nøkrum vikum síðan, tá fleiri Premier League lið ruku út úr FA Cup móti liðum í lægri deildum, tað er pínligt fyri enskan fótbólt. Tað var eisini pínligt, at lið sum Arsenal og Chelsea noyddust út í umdyst móti liðum úr lægri deildum. Í dag reyk so Arsenal út móti […]

– Eg vil ogna Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðan lagið Declare Indenpendence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arnar Eggert Thoroddsen blaðmanni á Morgunblaðnum eitt hart pumpandi tekno punklag, við tekstinum: “Declare Independence Don’t let them […]

Nudlar 1 ár

In: Aðrar greinar

6 Feb 2013

Uttan at eg varðnaðist tað bleiv nudlar.net mánadagin eitt ár. Hetta hevur verið eitt hendingaríkt ár, og havi eg lagt hópin av tilfari út á síðuna hetta farna árið. Onkra viku havi eg havt sera nógv vitjandi inni, og tá eg eri raskur at skriva gerast vitjanirnar nógvar. Tá eg fyri einum ári síðan, lanseraði […]

Man finnur nógv undrunarvert á alnetinum, var innið á facebookprofilinum hjá einum vinmanni, og sá eina mynd av penum damum og leinkju til heimasíðuna, scandalbeauties.com. Ein heimasíða við minimalistiskt ílatnum skandinaviskum kvinnum. Ikki tann ringasta leinkjan, skal eg fegin viðganga. Á einari undirsíðu, ið æt Miss Scandal of the Year 2013, møtti eg tó mest […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives