Ritsavn April, 2013

Hetta tosar fyri seg sjálvan. Eg havi í øllum førum ongantíð uppliva nakað líknandi eftir eina MC-Hár konsert, jú, gamaní í 1997 var tað ein sum spurdi um hon kundi slikka mjólkina av mær eftir konsertina í Grasagarði, men heldur ikki tað, er í hesum klassanum. Byrji at koma til sættis við, at Justin Bieber […]

11. mai 2003 hættaðu tveir Chelsea fjepparar sær inn í Bowlinghøllina, har Liverpoolarar longu tá vanliga hittust at hyggja at dystum.   Hendan seinasta leikdagin á kappingarárinum var nógv uppá spæl: Liðið, ið vann dystin, fekk fjórða plássið og Champions League fótbólt árið eftir. Liðið, ið tapti skuldi spæla í UEFA cup.   Liverpool var […]

Í venjingarhølinum, ið eru á stødd við eini miðal hús, standa hinir limirnir í bólkinum og forrita á eini teldu. Hetta er partur av venjingini, sigur Lau. Hann greiðir frá, at teir allatíðina royna at gera framførsluna betri. Akkurát nú arbeiða teir við at gera ein intro til konsertferðina, ið byrjar í Føroyum. Tankin er, […]

Løgmaður fegnast um, at vit eru heimsins lukkuligasta land, hann leggur einki í, um bert 40% av Føroya fólki hevur álit á hann. Men hvat man hann halda um, at kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, vísir, at 10% av okkum ikki høvdu ráð til mat seinasta mánaðin?   Sá áhugaverdu kjaksendingina eftir Dag og Viku frá í […]

Eins og Tungmálmur ’92, endaði Tungmálmur ’93 við at tónleikarar úr øllum luttakandi bólkum fóru á pallin og framførdu Smoke on the Water, ikki var tað pent, og hugurin er bestur ikki at leggja tað út, men friður verði við tí.   Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum […]

Georg eystan Á plagdi at syngja: Tú minnir ei sørt um Marilyn Monroe, well, tá eg síggi síðsta bólkin á skránni á Tungmálmi, so havi eg hug at syngja: Tit minna ei sørt um Spinal Tap. Ladies and gentlemen enjoy festligasta málmsbólkin í 1993: Revival.   Suðuroyarbólkurin Revival fekk heiðurin at spæla síðst á Tungmálmi […]

Er tað nú vit skulu fara í panikk? Eg trýsti á valigu Facebook leinkjuna, skuldi lesa hvat Eiler Sørensen skrivar um The Road hjá Knút Háberg Eysturstein,  men tað riggar ikki. Fyrsti tanki var: “er internetsambandi farið?”  Men nei, Nudlar.net riggar, tó er hesin lítli rúturin undir hvørjari grein, ið sigur, at Facebook er horvið. […]

Sætti og næst seinasti bólkurin á skránni á Tungmálmi ’93  var Wolfgang, ið var mannaður av so kendum monnum, sum Hera Joensen og Gunnar H. Thomsen, ið seinni eru kendir úr Týr. Bert tveir bólkar luttóku á báðum stóru tungmálmskonsertunum í byrjanini av nítiárunum, annar var Wolfgang. Hóast bólkurin enn var nýggjur í 1993, so […]

Fyrstu ferð, at vit í FUT nevndini sóu skálvíksbólkin Saxony var á eini Futti á Ferð konsert í Ungmannafelagshúsinum Virkinum á Sandi á vetri 2002.   Bólkurin spældi heimagjørdan tungmálm við íblástri frá fyrst og fremst Black Sabbath. Sangarin Jens Jón skarðaði framúr millum hinar sangararnar í Virkinum hetta kvøldið, og eg sjálvur og Jón […]

Fyrst í nítiárunum vóru heilt nógvir tungmálmsbólkar, ið spældu lániløg, ein av hesum var Betrayer, ið spældi harðan og larmandi tungmálm av tí tyngra slagnum. Hesin tungmálmsbólkurin við karismatiska oddamanninum Niels Arge Galán og ikki minnið spennandi gittarleikaranum Høgna Kragesteen imponeraðu á Futti á Ferð konsertunum og blivu tí bidnir um at luttaka á Tungmálmi […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives