Ritsavn May, 2013

Fá dansistøð munnu hava lagt pall til Showmenn so ofta, sum REX hevur. Tí verður tað ivaleyst við sorgblídni, at Føroya besti dansibólkur fer á pall í dansistaðnum allar seinastu ferð. Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Showmenn í summar gevast við at spæla, og nú nærkast endin. Hetta vikuskiftið fer bólkurin […]

Eg siti á nú á kamarinum á Copthorne Hotel, dagurin í dag hevur verið fantastiskur, gamaní, morgunin var heldur merktur av náttini, ið gjørdist nokkso váttlig. Men tá matur var komin í búkin, og eg aftur var førur fyri at halda honum har, so gekk betur. Tað fantastiska var, at sita á Stamford Bridge og […]

Her verður enn eitt gamalt lag frá framførsluni á Tórshavnar-, Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali í Norðurlandahúsinum 16. oktober 1998 almannakunngjørt. Talan er um lagið Off Goes the Pistol. Í tíðini aftan á útgávuna av “Framvegis uttan vit” vandu vit í MC-Hár, ið búðu í Danmark rættiliga miðvíst í kjallaranum á Oyrasundskollegiinum. Vit skrivaðu hesa tíðina […]

Ein lítil túrur omaneftir minnisgøtuni, til sangin “Letters From a me”. Sangurin verður framførdur live á Jazzfestivalinum 1998. Onkur kennur hann ivaleyst frá føroysku útgávuni “Undrandi”, ið vit spældu á Prix Føroyum 2003. Men tað er semja í MC-Hár um, at enska útgávan av sanginum er betri enn tann føroyska. Framførslan er  á Tórshavnar-, Jazz-, […]

Einaferð stillaði eg upp til løgtingsval, gekk ikki so øgiliga væl. Umframt meg sjálvan og mína tøttu familju, vinir og onkran einstakan annan, vóru ikki nógv, ið mettu meg sum besta umboð fyri seg á tingi. Men ein sólskinsmorgun sum hendan, kann eg illa annað eg hugsað um, hvussu lekkurt tað hevði verið at verið […]

Eg sá i Degi og Viku, at samgongulimur eftir samgongulim boðaði frá, at tey vildu hava eina uppboðssølu av sild og makreli, og samstundis gramdu seg um, at tey máttu atkvøða ímóti eini uppboðssølu, og hvussu illa hetta gagnaðist.   Eftir stóð, at tað bert er Fólkaflokkurin, ið er ímóti eini uppboðssølu av fiskiloyvum. Men […]

Sum foreldur at børnum, ið venja og spæla fótbólt í Gundadali, er støðuga keypið av bóltum ein stór útreiðsla. Eitt er slitið, ið bóltarnir fáa við tíðini, tað kann man liva við. Men tað hendur í heilum undir venjing, at bóltar hvørja, onkuntíð enntá heilt nýggir bóltar.   So oman til Thomas Dam Ítrótt ella […]

Hevði heilt gloymt hendan klassikaran frá Drengene fra Angora. Í hesum døgum, har frísinnið støðugt  vinnur á snævurskygninum, og vit nærkast eini tíð, har samkynd fáa somu borgarligu rættindi sum hinkynd, eisini í Føroyum. So er gott at leita aftur til hesa skandinavisku kærleiksvísuna. Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt […]

Eg ummældi fløguna “Vónin er” hjá Guðrun og Bartal í Brunsj, fløgan fekk 4 av 6 stjørnum frá mær, har eg serliga var bergtikin av tónleikaligu avrikunum og hvussu løgini vóru løgd til rættis.   Hoyr ummælið her, tað byrjar á 1:25 inni í sendingini.


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives