Ritsavn July, 2013

HB 1 liðið hjá U12 piltum møtti norsku Fyllingsdalen í A hálvfinaluni í Dana Cup í morgun. Hetta var eitt gott lið, sum trýsti okkara dreingir, men vit høvdu eisini fleiri møguleikar og serliga Hanus var trupul fyri norsku verjuna. Men tað var Fyllingsdalen, ið legði seg á odda. Men HB stríddist væl víðari. Vit […]

HB 1 møtti norsku Jotum IL í kvartfinaluni í Dana Cup í kvøld. Tað leikaði sera javnt á fyrstu løtuna og bæði liðini vóru merkt av, at tey longu høvdu spælt 100 minuttir fyrrí dag, men einar 10 minuttir inni í dystinum byrjaði norska liðið at leggja meira trýst á, men okkara stinna verja og […]

HB 1 helt áfram við sannførandi spælinum, tá teir smurdu Bölhorst Häverstädt SV av. Dysturin byrjaði væl, tá Sveinur setti eitt brotsspark í netið, og áðrenn fyrsta korterið var farið, hevði Sveinur skorað eitt afturat og Hanus eitt. Áðrenn hálvleik hevði Sveinur tryggað sær hattrickið og hálvleikstøðuna 4-0. Í seinna hálvleiki skoraði innskifti Sigmund tvær […]

Nú 16. parts finalurnar eru ber ikki til hjá mær at vera til dystirnar, men úrslitini kann eg siga tykkum. HB2 legði fyri við dysti móti besta liðnum hjá Vidar FK. Norski bitin gjørdist tó ov stórur at gloypa fyri okkara dreingir, ið taptu 8-2 og tí ikki longur eru í kappingini. HB 1 er […]

Tað var eitt munandi meira tendrað HB3 lið, ið vitjaði oddaliðið í bólki 15 Trauma IF. Hóast Trauma kom á odda beinanvegin, so javnaði okkara Helgi beinanvegin til 1-1. Hálvleiksstøðan 3-1 var tí heldur ikki serliga sígandi fyri leikgongdina. Seinni hálvleik vardu vit væl og høvdu eisini onkran møguleika móti máli. Men tað var oddaliðið, […]

HB 1 helt fram við góða spælinum og vann sannførandi bólk 16 við trimum sigrum, tá teir vunnu á Vidar FK úr Noregi. Hálvleiksstøðan var 0-3 til okkara eftir eitt sjálvmál og mál frá Símun og Hanusi. Í seinna hálvleiki megnaði Vidar at koma betur við og skoraði tvey mál afturat, meðan okkara Sveinur skoraði […]

HB lið 2 hevur júst spælt sín síðsta dyst, móti norsku Marnardal IL. Okkara dreingir komu framum 4-0 í fyrsta hálvleiki. Men Marnardal minkaði um munin til 4-1, ið var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki settu Marnardal ein leikara, ið neyvan var undir 16 ár á vøllin, við sínum 1 metur og 80 sentimetrum gjørdi hann […]

Dysturin hjá HB1 móti SHI Hjørring 2 byrjaði javnt, men so skiftu okkara dreingir gear og við tveimum málum frá Hanusi, einum í part til Símun og Sigmund avgjørdi HB dystin longu í fyrra hálvleiki. Hjørring tyktist at missa móti aftanfyri við 4 málum og royndu at verja seg móti stórtapi. Hetta merkti sjálvandi 2. […]

Eitt reint hattrick frá Jákupi í fyrsta korteri var stóri munurin á HB2 og Lundergaard IU 2 í fyrra hálvleiki. Beint áðrenn hálvleik minkaði Lundergaard munin til 3-1. HB kom betri út til seinna hálvleik, men hóast fleiri góðar royndir, so gingu næstan 10 minuttir, áðrenn júst innskifti Jákup, ið var byrjaður seinna hálvleik uttanfyri, […]

Siti við vældekkað veitsluborð her í Hjørring, nú boðini bórust, at Hans Fróði er givin í TB. Spekulatiónirnar millum teir føroysku liðleiðararnir her í Dana Cup um orsøkina blivu beinavegin lívligar og áhugaverdar. Inntil ein eiðiskona helt fyri, kanska Hugh Hefner er deyður? So steðgaðu allar víðari diskussiónir, heilt inntil ein toftadama segði: Ja, hann […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives