Ein sigur og tveir ósigrar

Nú er Dana Cup farið í gongd, og fyrsti dysturin hjá HB 2 er spældur. Fyrri hálvleikur var javnur, men týska liðið Olfen Sus 1 kom út sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, meðan bakandi hitin ávirkaði okkara dreingir nógv, og tað skuldu ikki meira enn 3 minuttir av spæli til tíðliga í seinna hálvleiki fyri at Olfen Sus kom framum við trimum málum. Hóast HB kom við aftur spælmessiga, gjørdist 0-3 endastøðan.

HB 1 hevur júst vunnið sín dyst móti Pansdorff TSV 5-2. okkara dreingir spældu ein fínan dyst. Við góðum álopsspæli, men eisini Anton í málinum stýrdi verjuni við autoriteti. Hann hevði eisini fleiri góðar bjargingar. Málini hjá okkum vóru skotin í hesari raðfylgju av Dánjal, Sveinur, Símin, Sigmund og Dánjal.

Hepni var slett ikki við HB 3, tá teir taptu tepurt 0-1 móti Olfen Sus 2.

Dysturin var sera javnur og tað leikaði hart á frammanfyri bæði mál. Tíðliga í fyrra hálvleiki legði Olfen Sus seg á odda eftir at Olfen Sus vann bóltin á miðjuni.

Hóast okkara dreingir trýstu nógv seinastu løtuna, so kom útjavnandi málið ikki.

HB U12 í TV2 Nord

Søgan um U12 Dreingirnar hjá HB og teirra fløguútgávu er nakað, ið fólk hava bitið merki í her á Dana Cup. Í dag kom TV2 Nord framvið vøllinum har dreingirnir spæla dyst um eina løtu.

Innslagið verður sent kl. 18:30 føroyska tíð á TV/Nord.

20130723-130314.jpg

nielsunidam’s photostream

Fyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana Cup
Fyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana Cup
Fyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana Cup
Fyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana Cup

Myndir frá Danacup

So eru vit í Dana Cup

So eru vit ígongd við check-in til Dana Cup í Hjørring, eg og Mikal komu higar kl. 4:00 í nátt og nú koma dreingirnir her á skúlan.

Eg eri saman við Margit, Tórmóði, Jónfríð, Hans Olivur og Anniku leiðari á túrinum hjá HB U12. Eg ætli mær at blogga frá túrinum og leggja myndir frá dystum og øðrum aktivitetum, so tit har heima fáa fylgt við.

HB hevur 3 lið meldaði til kappingina, tilsamans 30 dreingir. Dystirnir byrja seinnapartin í morgin, men longu í kvøld verður setanin, har vit í HB eru vald út at umboða Føroyar í skrúðgonguni gjøgnum Hjørring.

20130722-131035.jpg

HB U12 tóku móti Fårevejle

Fyrireikingarnar til Danacup hjá U12 dreingjunum ganga væl. Í dag vitjaði liðið hjá Fårevejle í Gundadali.

20130715-172754.jpgNú eru longu nógvir dreingir farnir av landinum, so vit høvdu tvey lið. Fyrsti dysturin millum Lið 1 og Fårevejle endaði 6-2 til okkara dreingir. Hetta eftir at Fårevejle hevði lagt seg á odda 0-1.

Dysturin móti HB 2 var heldur meira einsíðugur, og HB dreingirnir sendu Fårevejle av vøllinum við einum 8-0 tapi í viðførinum.

Seinasti dysturin var millum bæði HB liðini og eins og í Sørvági leygardagin leikaði javnt á. HB2 legði seg á odda 1-0 áðrenn HB1 kom framum 1-2. Síðan javnaði HB2 til 2-2, áðrenn HB1 legði seg tvey mál framum til endastøðuna 2-4.

Alt í alt fín avrik av okkara dreingjum. Nú gleða vit okkum til Danacup í næstu viku.

 

Hanus nemur hjartastreingir

20130710-223725.jpgFantastiska deiligt kvøld her í Kaffihúsinum. Beint nú siti egog bíði eftir, at Hanus Johansen aftur fer at spæla nøkur løg og aftur spæla seg beint inn í okkara hjørtu. Sum hann gjørdi fyrr í kvøld. Vinkonan, ið eg eri á konsert við (ein av teimum kvinnunum í burðardyggum aldri, ið valdu ikki at koma aftur til Føroyar at búgva), hon setti øgiliga væl orð á framførsluna hjá Hanusi:

– Hjá honum virkar tað líka so natúrligt og lætt at spæla eina fantastiska konsert, sum tað er at busta sínar tenn.

Hanus legði fyri í kvøld. Hann spældi eitt sett, ið var dominera av løgum av framúrskarandi fløguni “Hørpuspælarin”, umframt nøkur av løgunum, ið eru gjørdar til yrkingar hjá Hans Jacob Glefoss. Hann er eitt so guðsbenáða talent og eg kenni meg hepnan at liva í einari tíð, har eg havi uppliva Hanus live. .

20130710-223736.jpgStanley Samuelsen var næstur á pall og undirhelt við sínum frálíka sangi og gittarspæli. Serliga tá dóttir Stanley kom á pallin og sang 3 løg saman við pápanum gjørdist tann løtan frálík. Serliga var lagið Ísakøld eygu, ið dótturin sang, sum  var framúrskarandi.

Men hóast bæði Stanley og dótturin vóru góð, so er  Hanus bara magiskur og nú syngur hann aftur, eg má fara.

 

 

Himmal og helviti

sunnudagsbitin

Ronnie James Dio stóð á odda fyri heimsins besta tungmálmsbólki í trimum umførum, fyrstu ferð sum avloysarin hjá Ozzy Osbourne, tá hann bleiv koyrdur úr bólkinum síðst í sjeytiárunum. Hesi árini 1979 -1982 gav Black Sabbath tvær framúr studioútgávur út, og eina live útgávu, ið man teljast millum tær bestu yvirhøvur.

Eg fari at deila við tykkum eitt framúrskarandi lekkurt lag hjá Black Sabbath frá hesari tíðini, tað er filma í 1980 á konsert í New York. Hetta er tittullagið av útgávuni, ið Black Sabbath gav út sama ár: Heaven & Hell. Eg var so heppin at sleppa at uppliva hesar framúrskarandi tónleikararnar á palli saman mikudagin 6. juni í 2007. Tað var framúr, tað er hetta eisini:

Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

AVDÚKING – Havnin fingið superhetju

Við nógvu herverkunum á listaverk í Havnini seinastu vikurnar; hava fólk eftirspurt eina superhetju, sum kann tryggja friðin í høvuðsstaðnum.Nudlar.net kann nú avdúka, at ein maður hevur traðkað fram úr fjøldini og hevur bjóðað seg fram at verja tað, ið rætt og gott er.
Hendan hetjan verður hereftir kend sum:

HAVNARMANN

 

Havnarmann er nýggja superhetjan í Havn.
Havnarmann er nýggja superhetjan í Havn.

Áhugaverd niðurstøða frá brúkaraumboðnum

Í onkrum sum mest minnir um øvund um stødd kærdi Vágaportalurin herfyri Føroya Tele fyri at siga tað, ið øll longu frammanundan vita, at portal.fo er Føroya nógv mest vitjaða tíðindaheimasíða. Niðurstøðan er áhugaverd, tí hóast Vágaportalurin verður avdúkaður sum nógv minnið enn portal.fo, so sleppur Portal.fo alíkavæl ikki at kalla seg størstan.

 

Vágaportalurin er eisini fámæltur, tá hann leggur niðurstøðuna út á vp.fo. Sigur bara, at portal.fo ikki longur sleppur at kalla seg størstan. Einki um hin partin av niðurstøðuni, at portal.fo hevur prógva, at hann er munandi  størri enn Vágaportalurin, men at av tí, at tað ikki finst eitt samanbæriligt yvirlit yvir allar føroyskar tíðindaheimasíðir, kann portal.fo ikki prógva, at hann er nógv størst. Møguliga er onkur síða har úti, ið fleiri vitja.

Málið og próvførslan í tí, vísir eisini, at tær báðar primeru teljimaskinurnar, ið vera brúktar í hesum máli eru rættiliga lítið eftirfarandi serliga Statcounter, ið Vágaportalurin brúkar, tí henda skipan skrásetir á ein margháttligan hátt, sum næstan tykist villeiðandi ella skal man kanska siga hagtalsdoping.

Men sum eg skrivaði um fríggjadagin verður eisini víst á, hvussu langt tølini, ið man sær á Galluplistanum eru frá tølunum á Google.

Les niðurstøðuna á vp.fo

Framhaldssøgan um hagtøl

vevfo

Fríggjadagin undraðist eg á frávikið í hagtølunum á Vevlistanum hjá Klikk.fo og Vevmátingarlistanum hjá Gallup. Well ein nýggj vika og nýggj undran. Hagtølini fyri portal.fo og alt hitt eru enn líka ymisk á báðum listum, men nýtt er, at heimasíðan vev.fo opinbart er Føroya trið mest vitjaða heimasíða sambært Vevlistanum hjá Klikk.fo, og sambært hesum lista er hon næst ovast á listanum, um vit hyggja at vístum síðum, við 551.553 vístum síðum. Ella einari prosentvísari framgongd á 65.796,4%.

Vev.fo er ein síða, ið eg haldi meg hava hoyrt um onkuntíð áður, og sum eg eftir at hava sæð vevlistan havi vitja. Tað er Portal.fo biðilin, Knassar, ið eigur vev.fo. Hóast hon grafiskt sær nokkso grátilig út, so hevur hon feeds frá øðrum síðum, ið Knassar hava latið skipan til, sosum Norðlýsið, Kristin.fo, Skipini.fo og Trip.fo, umframt, at har eru Pokertíðindi og okkurt annað. Men, at 32.176 fólk skuldu havt vitja síðuna í síðstu viku, tað ljóðar heilt vilt.

Well, eg undrist víðari, til eg aftur síggi nýggj hagtøl, sum maðurin segði, livst so spyrst.
Fyrru greinina um føroysku vevhagtølini finna tit her