Ritsavn August, 2013

Tað var gott at síggja, at nakrir samgongupolitikkarar leitaðu sær oman á Vaglið at lurta eftir hvat fólkið sigur. T.d. var Annika Olsen har, og tað vísir virðing fyri fólkaræðinum. Heri Simonsen dett edeliga menniskja hevur filmað røðurnar hjá fleiri av røðarunum. Eg loyvi mær at leggja tær út her, so tit, sum ikki fingu, […]

Júst heimkomin av tiltakið á Vaglinum har eini 2-3.000 fólk mótmæltu og heittu á landsins myndugleikar, um at fáa fólkaræðið á beint aftur. Har vanvirðingin av landsins lóggávu og av løgtinginum bleiv  mótmælt, so loggi eg inn á Facebook, har Føroya løgmaður fullkomiliga reinsar landsstýrismannin í Innlendismálum, sjálvt um hesin hevur roynt at bundið okkum […]

Í dag hava løgmaður og ymsir skutilsveinar roynt at politisera mótmæli í morgin. Vónin er sjálvandi at styggja nøkur burt, at fáa skilagóð sambands-, fólkafloks-, miðflokka- og sjálvstýrisfólk at halda seg burtur. Vónandi fer hetta ikki at eydnast, tí hetta tiltakið er ikki partapolitiskt!   Mótmæli snýr seg um rættarsamfelagið: Eru vit øll fevnd av […]

Í løtuni eru føroyingar á gosi. Vit hava uppliva eina vanvirðing av demokratinum frá einum landsstýrismanni, væl stuðlanum av sínum eftirlitsmyndugleika, Føroya Løgmanni, og tað finna vit okkum ikki í. Sjálvt tey mest siðiligu eru í øðini, eg haldi ikki, at eg í mínari tíð havi uppliva so stóra øði móti okkara politikarum, ikki eingongd […]

Í politikki eru nógvir leikir, ið kunnu tykjast løgnir, og ein tann mest undrunarverdi leikurin í føroyskum politikki í nýggjari tíð, er at Kári P. Højgaard enn er Landsstýrismaður í Innlendismálum. Nú veit eg ikki, hvat morgindagurin fer at bjóða, men vandi er fyri, at Kári P. Højgaard eisini yvirlivur nýggjastu avdúkinganar. Um lesarin ikki […]

Norðurlandahúsið var fullsett, tá John Carter Cash, hansara amerikanski gittarleikari Dave og framúrskarandi føroyski bólkur trinu á pallin. Lat tað vera sagt beinanvegin: Løtan gjørdist serstakliga hugnalig, innilig og góð, tí umframt, at høvuðspersónurin er ein fínur sangari, er hann eisini ein framúrskarandi frásøgumaður. John er yngsta barnið og einasti sonur Johnny Cash. Tað er […]

Havnin er eitt mjørkahol, hetta er ein misskiljing, ið við tíðini næstan er vorðin ein sannleiki, serliga millum bygdafólk. Myndir sum omanfyristandandi verða ofta brúktar sum prógv. Hóast lygnin er søgd ofta, verður hon ikki ein sannleiki, og vit havnafólk vita betur. Tað, ið tit síggja á myndini er sjálvandi ikki mjørki, men roykur úr […]

Nú havi eg lurta eftir nógvum ymiskum innleggum í hesum tunnilsprátinum, mín niðurstøða er, at serfrøðin sigur øll, at vit skulu hava ein almennan eysturoyartunnil. Samfelagsnyttan er stór av honum, og vit kunnu brúka avlopið av honum til at gjalda fyri ein Sandoyartunnil, ið ongantíð fer at geva yvirskot. Hetta er skilagóða loynsin, men hon […]

Eg taki frástøðu frá øllum tykkara illgitingum um, at landsstýrismaðurin í Innlendismálum tosaði um flúgvandi bilar í Degi og Viku í kvøld. Hesar gitingar  eru uttan iva fyri at seta Kára P. Højgaard í ringt ljós, nú hann kostar okkara landi nakrar milliardir. (Hvat eru nakrar milliardir millum spekulantvinir) Tað átti at verið greitt fyri […]

Tað er ófatiligur skaði, sum Sjálvstýrisflokkurin, hatta lítla nellið, kann gera, og ja tíanverri longu hevur gjørt. Vónandi fer hesin fyrr so stolti flokkur skjótt í søguna. Hetta er ein flokkur sum í løtuni við einum mandati, og stuðlaður av at m.o. valevnum, ið at síggja til eru skilagóð, trumlar alla sunna fornuft í jørðina. […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives