Ritsavn October, 2013

  Eg veit enn ikki, hvør stendur aftan fyri, men hetta er sera áhugavert. Á leikvøllunum hjá í øllum førum Chelsea, Juventus og Bayern vóru hetta vikuskiftið hettuklæddir persónar, ið síggjast á myndini, ið eg havi lánt frá Football Streaming. Harafturat eru variantar av kornrundingunum komnir á fótbóltsvenjingarvøllirnar á Hackney Marshes fyrr í vikuni. Har […]

Eg var ikki til Musical Dance Night í gjár, men myndirnar av Henning eru so fantastiskar, at eg faktiskt angri, at eg ikki fann mær eina barnagentu.   Tað er so framúrskarandi deiligt, tá fólk gera eitt sindur meira burturúr, enn man forvæntar. Framúrskarandi Henning, tú ert ein virðiligur Sunnudagsbiti.   Onkuntíð dettur man um […]

Sat her við dreingjunum og hugdi at Chuck á Netflix, eitt av okkara yndisítrivum at gera saman, men so við eitt, steðgaði parturin 6 minuttir og 32 sekund inni í 2. parti í 4. sesong.   Eg helt, okkurt vera galið við Netflix og royndi at sløkkja, men einki hjálpti, so sløkti eg Apple TV, […]

Eg ummældið fløguna Evst, hjá Hamferð í Brunsj mánadagin. Hetta er eitt stórt verk, ið onkursvegna minnur meg um at lurta eftir einari opera. Her eru stórar kenslur og ein ræðulig søga, alt væl undirbygt av sera tungum og ógvilsligum tónleiki. Hetta er ein framúrskarandi góð fløga, og ein, ið allir rokkelskarar kunnu njóta, um […]

Fløgan Cohen tulkingar hjá Niels Midjord hevur verið ein av mínum absoluttu yndis útgávum í ár. Tí var eg ikki í iva, um at eg skuldi á konsertina í Tøting fríggjakvøldið. Børnini eru í Danmark, so eg var leysur at fara ein túr norður. Sjálvt um eg mátti koyra øssemallur allan vegin norður í Syðrugøtu, […]

HB vann FM 2013

In: Hugleiðingar

20 Oct 2013

Eitt FM skal vinnast á heimavølli, so sleppur felag, fjepparar og lið at hátíðarhalda tað á heilt rættan hátt. Eg var í Gundadali í dag, og upplivdi dystin millum tvær av kempunum í føroyskari fótbóltssøgu bresta saman í einum lagnudysti, ið endaði við at avgera bæði meistaraheitið og nokk eisini niðurflytingina. Nú eru nøkur ár […]

Russell Brand er ein óvanliga stuttligur maður, her er hansara ósensureraða stand up show í New York. Eg havi ikki so nógv at siga, annað enn, at hetta er heilt óluksáliga stuttligt. Njóti tað nú bara: Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at […]

Fantastiska innilig og rørandi framførsla her í Tøting við Holgar og Tórfríð. Karmarnir eru nærum fullkomnir, tá hugna og sál umræður, og júst hugni og sál merkti eisini framførsluna, tey bæði eru bjúti and the biist innan vágatónleik og rigga væl saman. Hann við sínum skitna útrykki og framúrskarandi løgum og tekstum og hon við […]

Eftir at hava hoyrt Taxi spælt, situr ein dani og tosar við bólkin, tað tykist at vera backstage i Gimle, tá hann lýsir upplivingina, sigur hann seg sakna norðuratlantiska samleikan, og lýsir bólkin sum suppe, steg og heroin? Eitt spæl uppá suppe, steg og is genruna, ið ikki altíð er so høgt í metum millum […]

Mánadagin var eg í Brunsj, har er ummældi framúr góðu konsertina hjá Eivør og Ginman After Dark. Feitt at hoyra og síggja Eivør í einum so feitum samstarvi. Yvir 200 fólk vóru komin saman í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tað var so framúr, at tey fingu 5 av 6 stjørnum. Fløgan Blue Buzz hjá Una […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives