Ritsavn November, 2013

Knút Háberg Eysturstein hevur, við On High, givið út eina fína útgávu við vøkrum sangum, ið enn einaferð vísa hansara dygdir sum sangari og sangskrivari. LP’in er í støðum framúrskarandi, serliga løgini The Road, On High, Growing Old og Revolution of the hearts eru sterk. Meðan serliga arrangementini av øðrum løgum ikki heilt liva upp […]

“Eg haldi, at melodimessiga er hetta ein sera sterk útgáva, tónleikurin er fyri tað mesta ræðuliga larmuttur, trummirnar koyra við asins ferð, og Terji fresar við gittaranum og spælir soloir, men omaná liggur næstan altíð ein fangandi melodiur. Men hetta hevur verið styrkin hjá Týr í nógv ár, ella faktiskt altíð. Teir duga væl at […]

Fyrsta útgávan hjá Lailu av Reyni er á tremur við intelligentum vælskrivaðum og vælskipaðum poppi, ið tónlistarligi gandakallurin Gunnar Guttesen eigur stórar aktiur í. Her fyri ummældi eg fløguna í Brunsj í útvarpinum. Skoðsmálini vóru somikið góð, at fløgan fekk 5 av 6 stjørnum.   Hoyr ummælið av Lailu av Reyni her

Onnur soloútgávan hjá Holgari Jacobsen,”Kanska tú svav” er eitt savn av góðum sangum. Tað er í tí inniliga og persónliga, at Holgar er sterkastur, á hesari útgávuni hevur hann vøkru røddina hjá Tórfríð Davidsen afturat sær, og saman levera tey eina framúr góða og melankolska uppliving. Útgávan fekk 5 stjørnur frá mær, tá eg ummældi […]

Útgávan hjá The Absent Silver King er ein LP, ein fløga og eitt savn við tekstum eftir høvundin og oddamannin Trygva Danielsen. Í Brunsj mánadagin ummældi eg útgávuna. Talan er um góða og vælskipaða og vælljóðandi útgávu, har limir í Bendum Spónum, Clickhazurin Bogi á Lakjuni og Trygvi Danielsen úr Gipsy Train eru komnir saman […]

Í dag ummældi eg útgávurnar hjá Døgg Nóngsgjógv og Feðgum. Báðar útgávur iTunes stakfløgan við tveimum løgum hjá Døgg og EP’in við sjey løgum hjá Feðgum fingu 4 stjørnur í ummælinum. Samanumtikið tvær góðar songrøddir og tvær góðar produktiónir, lurtið eftir ummælinum her

Má deila mín yndis danska sang í løtuni við tykkum, tað er snedigi bólkurin Skammens Vogn, ið á teirra aðru útgávu Asfalt hava framúrskarandi lagið “Kender du det?” Lagið hevur hitta moderat í DK, hevur m.a. verið á Tjeck barometrinum í heimlandinum. Hetta lagið fangar danska fólkasál á ein hátt, ið eg ikki havi uppliva, […]

Eg helt, at politikarar kendu og skiltu hugtakið vunnin rættindi, og hvussu óluksáliga trupult tað er at vinna mist rættindi aftur. Men hasir Tinghús steyggjarnir við Alfred Olsen á odda royna kraft etimeg, at forða Johan Dahl í at geva okkum pápum nøkur rættindi, ið vit áttu at havt, men ikki hava í realitetinum í […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives