Ritsavn December, 2013

… og tað er ikki altíð at tær klára at reisa seg aftur. Mín vón er, at ein av mínum størstu ítróttarhetjum Michael Schumacher fer at vinna sín størsta sigur, sigurin á deyðanum og avlamni.   Sjeyfaldi heimsmeistarin og mest vinnandi formil 1 koyrarin nakrantíð Michael Schumacher liggur nú í koma og stríðist fyri lívi […]

Allan Tausen yvirraskaði meg jaliga við síni fyrstu soloútgávu “Unknown”, ein útgáva, ið er bygdaslig uppá tann feita mátan.   Allan hevur verið tónleikari í nógvum samanhangum, m.a. sum trummari í Marigold, gittarleikari hjá Høgna Lisberg og sum bassleikari hjá Marius, men nú stendur hann á egnum beinum, og tað ger hann sera væl.   […]

Eg havi ikki ein jólakalendara í ár, sum eg hevði her á Nudlum í fjør. Men lukkutíð var jólakalendarin tá, somikið góður, at nærum allir dagarnir kunnu endurnýtast. Sum t.d. hesin frá 10. desember í fjør: Jóltíðir snúgva seg um næstrakærleika, so hendan 10. desember fáa tit eitt fitt klipp, har dreingirnir í Southpark hjálpa […]

Cohen á føroyskum

In: Ummæli

9 Dec 2013

Niels Midjord gevur sítt boð uppá hvussu Cohen ljóðar, um hann verður spældur av Niels Midjord. Her er talan um ein av heimsins bestu sangskrivarum umsettan sera væl til føroyskt og so sungið av eini av okkara mest sermerktu songrøddum. Eg elskaði tað, og gav fløguni 5 av 6 stjørnum, tá eg ummælti hana í […]

Nelson Mandela er slóknaður 95 ára gamal, mettur av døgum, hóast hann misti nógv ár í klivanum á Robben Island, so avrikaði hann meira fyri mannarættindi í heimlandinum enn nakar annar. Løgið at hugsa sær, hvussu løgin lagnan er, eg havi í dag sæð ein vamlisligan leik, har teir tinglimirnir hjá samgonguni, ið hava eitt […]

Á almenna profilinum hjá Guð á Facebook stóð tað so væl nú ein dagin, at tað eru bert tvey boð, ið veruliga eru galdandi: Ver kul, og ikki eitt reyvarhol.   Í hesum døgum, har Kaj Leo Holm Johannesen hevur kunngjørt fyri sínum undirsáttum, at teir skulu atkvøða ímóti at lata samkyndum somu rættindi, sum […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives