Ritsavn February, 2014

Herfyri ummældi eg fløguna “Sanganna veingir” við M.C. Restorff. Fløgan fekk fýra stjørnir, tí talan var um eina sera væl produseraða, væl sungna og væld spælda fløgu, ið tó manglar greið hitt.   Eg gloymdi at leggja hetta út á Nudlar tá, men nú er tað so her. M.C. saman við einum stórum liði av […]

  Í summar spæla teir á Summarfestivalinum, hetta er bólkurin, ið fekk meg at dáma harðan rokk, og eg gleði meg sum eitt smábarn, tað gera nokk nógv við mær. Men tað er faktiskt ótrúligt, at bólkurin nakrantíð gav eina plátu út. Hoyr gittarleikaran Jay Jay French greiða frá fullkomiliga svøku søguna hjá bólkinum. Hetta […]

Her skal vilji til at fara út í kuldan, men tað valdi eg at gera. Eitt sindur irriteraður, um at tað gongur so illa at fáa rennitúrarnar avgreiddar. So eg fór út, hugsaði ein stuttan túr, og tá eg var um at rúka á reyvina í hálkuni á veg út frá undir Kongavarða, hugsaði eg […]

Meðan Hallur Joensen var í upptøkuhølinum og spældi inn sína With Stars & Legends fløgu, fekk hann óvæntaða vitjan, tá Kris Kristoffersen  kom inn á gólvið. Áðrenn Kris fór avstað aftur, høvdu hann og Hallur spælt inn lagið “Nobody Wins”. Vitjanin og upptøkan blivu flimaði og eru dagsins sunnudagsbiti. Í morgin ummæli eg fløguna hjá […]

Við sløktari telefon, um sporadiskum tónleiki rann eg túrin her undan Kongavarða, niðan til Skúlan á Argjahamri, so víðari til rundkoyringina og út eftir grótvegnum út á Glyvursnes, heilt út til húsið har sum 2 km markið er, um man rennur beint, men í og við, at eg rundaði skúlan, so var nokk talan um […]

Ólavsøkukonsertin í 2001 er og verður ein varði á leiðini fyri MC-Hár. Hóast bólkurin næstan var farin í upploysn, júst tá populariteturin var størstur, so vóru vit fýra, ið vóru eftir í bólkinum fult uppsettir uppá, at vit skuldu halda fram, fyrst og fremst, tí vit elskaðu tónleikin, hvønn annan og tykkum øll. Heilt ófatiliga […]

Eg var í gjár í Brunsj, har eg ummældi fløguna  “Tá ið onki myrkir fyri” hjá Lív í Baianstovu. Útgávan fær eina av seks stjórnum frá mær, ið er lægsta skoðsmál eg higartil havi givið. Tað er fyri tekstirnar, at tann eina stjørnan kemur í hús. Umframt míni skoðsmál, so vóru flestu sangirnir á fløguni […]

Eitt forkunnugt klipp, hetta er lagið Mimirrapp upptikið live á Prix Føroyum í Fuglafirði. Lagið bleiv umskrivað nakað til finaluna og endaði við at eita Kom til himmals við mær, og handla um okkurt heilt annað enn bardagar uttanfyri Mimir. Eitt stuttligt fakta er, at framførslan hjá okkum á Fuglafirði, og kanska eisini tað, at […]

Lisbeth L. Petersen hevur í dag tikið seg úr Sambandsflokkinum. Eg var sjálvur uppi í útvarpinum, har eg skuldi ummæla eina fløgu, tá fyrrverandi formaðurin í flokkinum, fyrrverandi borgarstjórin í Havn, og ein tann mest markanti kvinniliga politikkarin í Føroyum, boðaði Føroya fólki frá sínari avgerð. Tá hon saman við útvarpsvertinum kom í sendihølið, fall […]

Sunnudagin 16. februar verður MC-Hár 23 ár, í hesum sambandi fara vit at deila ymiskt við tykkum komandi vikuna.   Tað verður her á nudlar.net og á Facebook síðuni hjá MC-Hár, fyrsta vit deila er hendan framførslan av lagnum “Letters From a Me” á Tórshavnar Jazz-, Fólka og Bluesfestivali í 1998. Hetta lagið er seinni […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives