Ritsavn April, 2014

Eg vil ordiliga fegin í betri form, tað er ein góð kensla, at orka væl, og fyri fyrstu ferð í mínum lívið, havi eg fingið ein lítlan búk. So ætlanin í ár hevur verið at koma ordiliga í gongd við at renna. Tí proklameraði eg fyri nøkrum mánaðum síðan, at nú skuldi rennast 3 ferðir […]

Fór ein túr oman í Sandagerð og Álaker í dag, gekk ein túr við synunum runt í fjørðuni og hugdu í hyljar o.a. Men hugdu eisini at flokkum av fólki, ið vóru komin oman at loypa á sjógv. Eg føldi ein tørv á at vísa synunum hjá mær hesa dylluna, og tosa um hetta, at […]

Einans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk. Tað var alt í alt ein fínur dagur, men tað, sum skelkaði meg, var uppmøtingin. Hetta er eitt so týdningarmikið evni, og eitt evni, ið fjølmiðlafólk í […]

Í dag 18. apríl gevur danski bólkurin Littlefish, við føroyska trummaranum Fríða Øster, sína fyrstu fløgu út, á fløguni samstarvar bólkurin við m.o. Tim Christensen, ið bæði syngur, spælir við og hevur hjálpt við at leggja tónleikin til rættis. Í Brunsj mánadagin ummælti eg hesa ordiligu rokkútgávuna, ið fekk 5 av 6 stjørnum. Hoyr alt […]

Eitt heldur øðrvísið ummæli av fløguni “Óskrivað bløð”, ið er eitt savn av upptøkum, ið framleiðarin Búgvi Hanusarson hevur gjørt við nýggjum og óroyndum tónleikanøvnum. Ístaðin fyri at ummæla fløguna og geva henni stjørnir verður hugt at styrkjunum hjá hesum ungu, og vit royna at geva teimum góð ráð á vegnum. Eisini gera vit nakrar […]

Heima aftur

In: Hugleiðingar

17 Apr 2014

So vóru vit aftur í Føroyum, deiliga ferðin til Íslands við Norrönu er liðug og dreingirnir skulu nú til mammu sína. Tað bleiv seint ígjár við góðum práti í Naust við áhugaverd og dámlig fólk. Endin á túrinum, ein vakur túrur millum oyggjarnar henda vakra dagin, var vakur. Alt í alt ein fín ferð, deiliga […]

So situr man aftur umborð, vit hava havt ein framúr dag, aftaná morgunmatin fóru vit til Eskifjörð, hoyrdi frá øðrum ferðafólki, at har var ein svimjihylur við fleiri glíðibreytum, umframt, at koyritúrurin var sera vakur. Eg kann bara geva teimum rætt, náttúran er ófatiliga vøkur her, nú kavin enn setur dám á landslagið. Svimjihylurin var […]

Nú havi eg seinastu dagarnar hugna mær við dreingjunum á familjucruise í Íslandi. Deiliga hugnaligur túrur, og eg havi róst Smyril Line fyri nógvar batar, men eitt er, sum er blivið nógv verri. Man kann fanime ikki fáa ein ordiligan drekkamunn. Eg havi brúk fyri minst einum krússi av te við mjólk í, fyri at […]

Tann persónliga kontaktin, smílið, áhugin, ella skal man bara kallað tað tænasta. Eftir deiligu morgunmatarbuffettina var eg á veg niðan gjøgnum trappurnar upp á kamarið. Eg stúrsaði við, tá ein vinarlig donsk rødd spurdi: “Var det en god morgenmad?”, hugdi upp og sá, at tað var tænarin, ið hevði tikið ímóti okkum, tá vit komu […]

So er fyrsti dagurin við at vera runnin her umborð á Norrönu. Dreingirnir eru farnir í kamarið, at finna sær iPaddarnar fram og vónandi skjótt sovna. Deiligur dagur í síni heild. Innhegnaði fótbóltsvøllurin á dekki 8 er eitt hitt hjá Mikal, sum brúkti fyrstu tímarnar umborð á vøllinum. Hinir báðir yngru fóru í biograf til […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives