Mín ørasta og stuttligasta løta á palli

In: Hugleiðingar

7 Mar 2012

Álvur Haraldsen tók hesar myndir

Eg havi seinastu dagarnar dagført facebook síðuna hjá MC-Hár, broytt onkran tekst og lagt nøkur myndasøvn út, m.a. frá konsertini hjá okkum í Grasagarði í 1997, og okkurt úr upptøkuhølunum sama ár, tá vit tóku upp Framvegis uttan vit. Nógv góð minnir. Men meðan eg var í gongd við hetta hugdi eg enn einaferð eftir filmklippinum frá ólavsøkukonsertini 2006. Tann ørasta konsertin eg nakrantíð havi spælt.

 

Álvur Haraldsen tók hesar myndir

Vit skuldu spæla allar síðst og skuldu sambært skránni spæla í einar 40 minuttir, men skráin gleið meira og meira, og vit skóru alsamt fleiri løg av skránni. Tá so Side Effect, sum spældu áðrenn okkum, ikki vildu skera nakað av sínari skrá, og vit harafturat fingu tekniskar trupulleikar í skiftinum, so høvdu vit knappiliga bara 12 minuttir at enda ólavsøkukonsertina í.

 

Har vóru sjálvandi allir teir uppløgdu trupulleikarnir, hvørji løg vit skuldu velja at spæla, tí vit máttu frávelja eini 7-8 løg, og spæla 3.

 

Harumframt var tað showið. Vit høvdu planlagt eitt væl orkestrera show, við kvinniligum stripparum, bodypaintaðum ungum monnum, ballónum og ymiskum øðrum.

 

Harumframt hevði manningin í transseksuellu ólavsøkukabarettini “CockPorn” boða frá, at teir ætlaðu at krasja konsertina hjá okkum. Lukkutíð vóru tær/teir ikki at síggja, so tað pjøvdust vit ikki at hugsa um.

 

Mynd hjá Álvi Haraldsen

Men við trimum løgum, so var bert eitt at gera: Tað var at skrúva hart frá uppá allar mátar, so vit drønaðu avstað og avtalaðu, at mannfólkini komu inn beinanvegin, og at konufólkini síðan skuldu koma inn í næsta lagnum. Hetta gekk fínt og konsertin var ein orkubumba, sum sparkaði reyv.

 

Eg kann siga fyri mítt viðkomandi, at tað var ein frægd, at standa framman fyri einum so deiliga vælspælandi og pumpaðum bólki, og hyggja inn í eyguni á vælhýrdum fjepparum, sum syngja við og hugna sær. Tá so CockPorn knappiliga komu á pallin, so gjørdist tað ordiliga festligt, at blíva gramsaður til av mannfólki í konufólkaklæðum og dragsminku, meðan man roynir at konsentrera seg um at rappa, tað var stutt sagt skideskeg.

 

Men tá vit knappiliga fingu møguleika at spæla eitt eykalag, og vit valdu tann deiliga rokkutta Offblend, so bleiv støðan bara uppaftur ørari, tí umframt strippararnar og bodypaintaðu dreingirnar, kom knappiliga ein hornsektión á pallin. Blásararnir, sum høvdu spælt í teltinum fyrr um kvøldið, hildu at ballið á pallinum sá so gott út, at teir komu á pallin at spæla við okkum, púra óvænta, men ókristiliga feitt.

 

Stuttligt hvussu kaos og skerjing í spæliskránni faktiskt gjørdi konsertina uppaftur intensari  og stuttligari.

 

Her er omanfyri nevnda videoklipp

 

Her er myndasavn frá konsertini

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives