Sonur Satan

In: Skaldskapur

3 Nov 1998

Umseting av Son of Satan úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski.

 

Eg var ellivu og báðir vinmennirnir, Hass og Morgan, vóru tólv, og tað var summar, eingin skúli, og vit sótu í grasinum í sólini, aftan fyri garaguna hjá pápa mínum, og royktu sigarettir.

 

“Lort,” segði eg.

 

Eg sat undir einum træi. Morgan og Hass sótu og lenaðu seg upp ímóti garaguni.

 

“Hvat er galið?” spurdi Morgan.

 

“Vit mugu ordna handan fanan,” segði eg. “Hann er ein skomm fyri grannalagið!”

 

“Hvønn?” spurdi Hass

 

“Simpson,” segði eg.

 

“Ja,” segði Hass, “for nógvar frøknir. Hann irriterar meg.”

 

“Tað er ikki tað sum eg meini,” segði eg.

 

“Náh?” segði Morgan.

 

“Ja, hasin fanin sigur at hann hevur mogga við einari gentu undir okkara húsum í seinastu viku. Tað er ein fanans lygn!” segði eg.

 

“Sjálvandi er tað lygn” segði Hass

 

“Hann dugir ikki at mogga” segði Morgan.

 

“Hann dugir at lúgva,” segði eg.

 

“Eg kann ikki torga lygnarar,” segði Hass, og blásti ein ring við roykinum.

 

“Mær dámar ikki at hoyra sovorðið lort frá einum fýri við frøknum,” segði Morgan.

 

“Kanska vit burdu ordnað hann,” segði eg.

 

“Hví ikki?” spurdi Hass

 

“Kom,” segði Morgan.

 

Vit komu inn ígjøgnum portrið og har stóð hann, og kastaði ein bólt upp ímóti garaguhurðini.

 

“Hey,” segði eg, “hygg hvør spælur við seg sjálvan!”

 

Simpson loftaði bóltin og vendi sær ímóti okkum.

 

“Hey!”

 

Vit umringaðu hann.

 

“Hevur tú mogga við nógvum gentum undir nøkrum húsið seinastu tíðina?” spurdi Morgan.

 

“Nei!”

 

“Hvussu ber tað til?” spurdi Hass.

 

“Hmmm, eg veit ikki ordiliga.”

 

“Eg trúgvi ikki, at tú nakrantíð hevur mogga við nøkrum øðrum enn tær sjálvum!” segði eg.

 

“Eg fari inn nú,”  segði Simpson. “Mamma mín bað meg vaska upp.”

 

“Mamma tín hevur uppvask í kusuni,” segði Morgan.

 

Vit flentu. Vit nærkaðust honum. Knappiliga, knallaði eg nevan í búkin á honum. Hann knekkaði saman, og helt um búkin. Hann stóð soleiðis í eitt hálvt minutt, og reisti seg so.

 

“Babba kemur heim hvørja løtu,” segði hann.

 

“ovkey? Moggar pápi tín eisini við smágentum undir húsum?” spurdi eg.

 

“Nei”

 

Vit flentu.

 

Simpson segði einki.

 

“Hygg at hasum frøknunum,” segði Morgan. “Hvørja ferð hann moggar eini smágentu undir einum húsum, fær hann eina nýggja frøknu.”

 

Simpson segði einki. Hann sá bara bangnari og bangnari út.

 

“Eg havi eina systir,” segði Hass. “Hvussu kann eg vita um tú ikki eisini roynir at mogga mínari systur undir einum húsum?”

 

“Tað hevði eg ikki funnið uppá, Hass, tað lovi eg tær!”

 

“Ja?”

 

“Ja, heilt erligt!”

 

“Ovkey, men her ein ein fyri at vera heilt sikkur!”

Hass knallaði nevan í búkin á Simpson. Simpson knekkaði saman aftur. Hass bukkaði seg niður, tók ein neva av mold, og stoytti tað niður millum blusuna hjá Simpson. Simpson reisti seg, hann græt. Ein vatpikkur.

 

Góðu, lat meg sleppa!”

 

“Sleppa hvar?” spurdi eg. “Vilt tú goyma teg undir skjúrtinum hjá mammu tíni, meðan uppvaskið fossar úr kusuni á henni?”

 

“Tú hevur ongantíð mogga,” segði Morgan, “tú hevur ongan murt! Tú pissar gjøgnum oyra!”

 

“Um eg síggi, at tú bara hyggur at systir míni,” segði Hass, “fært tú so nógv bank, at tú endar sum bara ein stór frøkna!”

 

“Góðu lat meg sleppa, góðu!”

 

Eg hevði bestan hug at lata hann sleppa. Kanska hevði hann ikki mogga við nøkrum.

 

Kanska hevði hann bara fantasera. Men eg var tann ungi leiðarin. Eg kundi ikki vísa nakra samkenslu.

 

“Tú, kemur við okkum Simpson.”

 

“Nei!”

 

“Nei, meg í reyvina! Tú kemur við okkum! Gakk nú!

 

Eg fór aftur um hann, og sparkaði hann í reyvina, hart. Hann skríggjaði.

 

“HALT KJAFT!” rópti eg, “HALT KJAFT ELLA VERÐUR TAÐ VERRI FYRI TEG! GAKK NÚ!”

 

“Vit skumpaðu hann út gjøgnum portrið, yvir um grasvøllin, og inn í okkara garð.

 

“Stilla teg ordiligt” segði eg. “Hendurnar niður við síðuni!” vit fara at halda okkara egnu rættargongd!”.

 

Eg vendi mær móti Morgan og Hass og spurdi, “Allir teir, sum halda hendan mannin vera sekan í at lúgva um at hava mogga við eini smágentu undir okkara húsum, skulu nú siga ‘sekur’!”

 

“Sekur,” segði Hass.

 

“Sekur,” segði Morgan.

 

“Sekur,” segði eg.”

 

Eg vendi mær móti fanganum.

 

“Simpson, tú ert dømdur sekur!”

 

Tá runnu tárini niður eftir kjálkunum á Simpson.

 

“Eg havi einki gjørt” mutlaði hann.

 

“Tað er akkurát tað tú er sekur í” segði Hass “í at lúgva!”

 

“Men, tit lúgva alla tíðina!”

 

“Ikki um at mogga,” segði Morgan.

 

“Tað er tað tit lúgva mest um, tað er har eg lærdi tað frá!”

 

“Korporalur,” eg vendi mær móti Hass, ” pota okkurt í munnin á fanganum! Eg eri troyttur av hansara forbannaðu lygnum!”

 

“Yes sir!”

 

Hass rann yvir til snórin, hann fann eitt lummaturrklæði og eitt viskustykki. Meðan vit hildu Simpson, kroysti hann lummaturrklæðið inn í munnin á honum og bant síðan viskustykkið um munnin á honum. Tað gralaði í Simpson, og andlitið broytti lit.

 

“Heldur tú hann fær andað?” spurdi Morgan.

 

“Hann fær andað gjøgnum nøsina,” segði eg.

 

“Ja,” samtykti Hass.

 

“Hvat gera vit nú?” spurdi Morgan.

 

“Er fangin ikki sekur?” spurdi eg.

 

“Jú.”

 

“Sum dómari dømi eg hann at verða hongdur upp eftir hálsinum, til han doyr!”

 

Simpson royndi at siga okkurt, hann hugdi at okkum við bønandi eygum. Eg rann inn í garaguna og tók eitt reip. Eitt langt reip hekk á einum seymið á garaguvegginum. Eg anaði ikki hví pápi mín hevði hatta reipi. Hann brúkti tað ongantíð, ikki sum eg vistið, í øllum førðum. Men nú skuldi tað brúkast.

 

Eg fór út aftur við reipinum.

 

Simpson byrjaði at renna. Hass var í hølunum á honum. Hann feldi hann við einari flúgvandi takling. Hann vendi Simpson, og byrjaði at sláa hann í andlitið. Eg rann yvir, og knallaði reipið í andlitið á Hass. Hann steðgaði við at sláa, og gløddi at mær.

 

“Tín fani, eg skal knúsa teg sundur!”

 

“Sum dómari havi eg dømt at maðurin skal heingjast! Soleiðis skal tað vera! SLEPP FANGANUM!”

 

“Tín fani, eg smildri teg!”

 

Fyrst, heingja vit fangan, so kunnu vit berjast!”

 

“Ja, tað kann tú bannað uppá!” segði Hass.

 

“Fangin skal reisa seg!” segði eg.

Hass flutti seg og Simpson reistist. Hann bløddi nasablóð, og blóðplettar vóru á skjúrtuni. Tað var øgiliga sterkt reytt. Men Simpson tykstist uppgevandi. Hann græt ikki longur. Men eyguni vóru ræðslusligin, vemmiligt at síggja.

 

“Gev mær eina sigarett,” segði eg við Morgan.

 

Hann stappaði eina í munnin á mær.

 

“Tendra hana,” segði eg.

 

Morgan tendraði sigarettina, og eg fekk mær ein guv, so við sigarettini millum varrarnar andaði eg gjøgnum nøsina, meðan eg gjørdi eina likkju á endan á reipinum.

“Set fangan á hátúnið!” segði eg.

 

Eitt hátún var aftan fyri húsini hjá okkum, uppi yvir tí var eitt tak. Eg kastaði reipið upp um ein bjálka, og hálaði likkjuna niður framman fyri andlitið á Simpson. Eg hevði ongan hug at halda á við hesum. Eg helt at Simpson nokk hevði liðið nokk, men eg var leiðarin og eg skuldi berjast við Hass aftaná og eg átti ikki vísa nakran veikleika.

 

“Kanska skuldu vit latið vera,” segði Morgan

 

“Hesin maðurin er sekur!” skrálaði eg.

 

“Ja!” rópti Hass. “Hann skal heingjast!”

 

“Hygg, hann hevur pissa í buks,” segði Morgan

 

Og tað hevði hann, ein myrkur plettur gjørdi alsamt størri frammanfyri á buksunum hjá Simpson.

 

“Eingi nossir,” segði eg.

 

Eg koyrdi likkjuna niður um høvdið á Simpson. Eg hálaði í reipið og lyfti Simpson upp á tærnar. So tók eg hin endan av reipinum og bant tað fast í síðuna av húsunum. Eg bant reipið fast og rópti, “Kom for fanin vit rýma!”

 

Vit hugdu at Simpson hangandi har á táunum, hann snaraði runt heilt spakuliga, og hann sá longu deyður út.

 

Eg byrjaði at renna. Morgan og Hass runnu eisini. Vit runnu út til innkoyringina og Morgan rann heim til sín og Hass til sín. Eg skiliti, at eg hevði ongastaðni at fara. Hass, hugsaði eg, antin gloymdi tú bardagan, ella tímdi tú ikki álíkavæl.

 

Eg stóð á gongubreytini eina løtu, so rann eg inn aftur í garðin. Simpson snaraði enn. Spakuliga runt. Vit høvdu gloymt at bundið hendurnar. Hann royndi tí ið hondunum at taka trýstið frá hálsinum, men hendurnar gliðu. Eg rann yvir til húsini og loysti reipi og slepti tí. Simpson datt niður á hátúnið, og rullaði niður á vøllin.

 

Hann lá við andlitinum niðrið í vøllinum. Eg vendi honum við og loysti viskustykkið av munninum. Hann sá ræðuligur út. Hann sá út, sum um hann kanska fór at doyggja. Eg bukkaði meg niður yir hann.

 

“Hoyr, títt helvitis reyvarhol, ikki doyggja, eg ætlaði slettis ikki at drepa teg, veruliga. Um tú doyrt, so mást tú orsaka. Men um tú ikki doyrt og nakrantíð slatrar, so ert tú ein deyður maður! Skilur tú meg?”

 

Simpson svaraði ikki. Hann hugdi bara at mær. Hann sá ræðuligur út. Andlitið var lilla og reipið hevði skursla hálsin.

 

Eg reisti meg. Eg hugdi at honum eina løtu. Hann rørdi seg ikki. Tað sá ringt út. Eg var um at svíma. Men tók meg so saman. Eg andaði djúpt inn og fór út úr túninum. Klokkan var umleið fýra um seinnapartin. Eg byrjaði at ganga. Eg gekk oman til vegin og helt fram við at ganga. Eg hugsaði. Eg føldi, at mítt lív var av. Simpson hevði altíð verið ein einari. Ivaleyst einsamur. Hann fylgdist ongantíð við okkum. Hann var løgin á tann hátt. Kanska var tað tað, sum ørkymlaði okkum við honum. Men alíkavæl var okkurt við honum sum tyktist dámligt. Eg føldi meg, sum um eg hevði gjørt okkurt ræðuligt, og á ein annan hátt ikki. Mest av øllum føldi eg meg bara kenslutóman ein tómleiki í niðri maganum. Eg gekk og gekk. Eg gekk heilt oman til høvuðsvegin og aftur. Eg hevði ordiliga ilt av skónum.

 

Foreldur míni keyptu mær altíð bíligar skógvar. Teir sóu væl út í umleið eina viku, so byrjaði leðrið at sprotna, og seymarnir byrjaðu at stinga upp gjøgnum sálarnar. Eg helt fram við at ganga alíkavæl.

 

Tá eg kom aftur í túnið, varð næstan kvøld, eg gekk spakuliga gjøgnum túnið og aftur um húsini. Simpson var ikki har. Og reipið var horvið. Kanska var hann deyður. Kanska var hann onkra aðrastaðnis. Eg skimaðist rundan um meg.

 

Andlitið á pápa mínum, innramma í rútinum á hurðini.

 

“Kom inn her!” segði hann.

 

Eg gekk upp gjøgnum trapputrinini og framvið honum.

 

“Mamma tín er ikki komin til hús enn. Og tað er gott. Far inn á kamari. Eg ætli mær at práta við teg.”

 

Eg fór inn á kamarið og setti meg á seingjarkantin og hugdi niður á mínar bíligu skógvar.

 

Pápi mín var ein stórur maður, 1 metur og 95. Hann hevði eitt stórt høvd, og eyguni hingu undir stórum frýsuttum eygnabrúm. Varrarnar vóru tjúkkar og hann hevði stór oyru. Hann var óndur sjálvt uttan at royna.

 

“Hvar hevur tú verið?” spurdi hann.

 

“Gingið.”

 

“Gingið. Hví?”

 

“Mær dámar at ganga.”

 

“Síðan nær?”

 

“Síðan í dag.”

 

Tøgn var eina góða løtu. So tosaði hann aftur.

 

“Hvat hendið aftan fyri húsini í dag?”

 

“Er hann deyður?”

 

“Hvør?”

 

“Eg ávaraði hann um ikki at slatra. Um hann slatraði, so er hann ikki deyður.”

 

“Nei, hann er ikki deyður. Og foreldur hansara ætlaðu at ringja til løgreglunna. Eg noyddist at tosa við tey leingi fyri at fáa tey ikki at latað verðað við tí. Um tey høvdu ringt til løgreglunna, so hevði tað dripið mammu tína! Skilir tú tað?”

 

Eg svaraði ikki.

 

“Tað hevði dripið mammu tín, skilir tú tað?”

 

Eg svaraði ikki.

 

“Eg var noyddur at geva teimum pening fyri at tiga. Harafturat, noyðist eg at gjalda fyri læknarokningina. Eg fari at buka teg sundur og saman! Eg fari at lekja teg! Eg fari ikki at venja ein son, sum ikki kann liva ímillum fólk!”

 

Hann stóð har í durðinum, pinnastillur. Eg hugdi at eygunum, undir hasum frýsuttu eygnabrúnnum, at hasum stóra kroppinum.

 

“Eg vil heldur hava løgregluna,” segði eg. “Eg vil ikki hava teg. Gev mær løgregluna.”

 

Hann nærkaðist spakuliga.

 

“Løgreglan skilir ikki fólk sum teg.”

 

Eg reisti meg av songini og knýtti nevarnar.

 

“Kom so,” segði eg, “eg skal nokk berjast við teg!”

 

Hann leyp á meg við øðiligar ferð. Eitt blendandi ljós, og eitt slag so hart at eg ikki rættuliga føldi tað. Eg lá á gólvinum. Eg reistist.

 

“Tú mást heldur drepa meg,” segði eg, “tí tá eg verði nóg stórur, fari eg at drepa teg!”

 

Næsta slagið sendi meg inn undir songina. Tað tyktist sum eitt gott stað at verða. Eg hugdi at fjarðunum har uppi. So byrjaði eg at flenna, tað var ein fjálturstungin látur, men eg flenti, og eg flenti, tí eg hugsaði, at kanska hevði Simpson veruliga mogga einari lítlari gentu undir mínum húsum.

 

“Hvat fanin flennur tú at?” skrálaði pápi mín. “Tú ert uttan iva sonur Satan, tú ert ikki sonur mín!”

 

Eg sá eina stóra hond røkka inn undir songina, leitandi eftir mær. Tá hon nærkaðist, tók eg í hana við báðum hondum og beit, so fast sum eg kláraði. Eitt øðiligt skriggj, og hondin hvarv út undan songini aftur. Eg smakkaði vátt kjøt í munninum, spýtti tað út. Eg vísti tá, at hóast Simpson ikki var deyður, kundi eg ivaleyst doyggja skjótt.

 

“Tað er í lagið,” hoyrdi eg pápa mín siga róliga,” nú hevur veruliga biðið um tað, og Harra Gud, sum tú fer at fáa tað…”

 

Eg bíðaði, og meðan eg bíðaði var alt eg hoyrdi løgin ljóð. Eg hoyrdi fuglarnar, eg hoyrdi ljóðið av bilum, sum koyrdu framvið, eg hoyrdi sjálvt mítt hjarta buka og blóðið renna gjøgnum kroppin. Eg hoyrdi pápa mín anda, og eg flutti meg mitt inn undir songina og bíðaði eftir, hvat nú skuldi henda.

 

 

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives