4. mest skuffandi konsertin – Húskallar á Summarfestivalinum 2008

In: Hugleiðingar

1 Apr 2012

Mín topp 5 listi yvir mest skuffandi konsertir

Eg havi verið til hópin av góðum konsertum og nógvum ringum, fari at seta saman listan við teimum fimm, ið skuffaðu mest. Hetta eru ikki verstu konsertirnar, men tær, har vón frammanundan og uppliving hava verið longst frá hvør øðrum

Tað munnu vera fáar konsertir, ið eg havi glett meg so nógv til, sum Húskallar á Summarfestivalinum í 2008. Bólkurin skuldi spæla árið fyri, men veðrið avlýsti tað framførsluna, og eg noyddist at bíða eitt heilt ár afturat, til at uppliva størsta føroyska kult bólkin live.

Eg havi elska Húskallar síðan eg einaferð fyrst í 90’unum fekk fatur á bandinum hjá teimum.  Hetta er ein av teimum skuffandi konsertunum, ið eg havi ummælt, so her er ummælið:

 

Sum ummælari sleppur tú onkuntíð at ummæla okkurt, ið tú veruliga gleðir teg til. Hetta kann vera torført, tí, um tú hevur serligan forkærleika fyri onkrum, kann vera trupult at lurta og hyggja við einum opnum sinni. Tá eg stóð á Vágsbøi í sirmi, og sá Húskallar koma á pallin var eg veruliga spentur. Hetta fór uttan iva at vera ein heilt serlig konsert, og møguliga eisini tann einasta eg nakrantíð fór at uppliva við hesum Føroya størsta kult bólki.

 

Ein garrvillur gekkur

Meðan ljóðið av eini stórslignari intro, ið millum annað blandaði ymisk løg av bandinum hjá Húskallum í eina ljóðkolagu, buldraði í hátalarunum, komu húskallarnir inn. Teir vóru ílætnir myrka morreyðar troyggir, keppar og føroyskar húgvur – Hjarta í mær sló skjótari, tá teir byrjaðu at spæla, Knappiliga fór lagið yvir í Gekka sangin og Gekkurin sjálvur garrvillur kom hoppandi inn í sínum knarvkoti, syngjandi eyðkenda eyðkennislagið hjá Gekkinum. Hetta var so øgiliga beinrakið, og so øgiliga óvæntað, at eg og øll hini á Vágsbøi góvu okkum yvir og flentu hjartaliga.

 

Hetta var herligt

Hetta boðaði frá góðum. Tá Jákup Alberg nú kom hoppandi inn á pallin í gummiskón, hálvhosum og føroyskari húgvu við eini banjo í hondini og byrjaði at syngja um Hans Ansgar, kundi eg ikki annað enn rópa av ovfarakæti – Hetta var herligt.

Ein svøk framførsla, ið ivaleyst bert fór at vaksa uppaftur svakari. Men nei, longu tá sangurin um Hans Ansgar var liðugur, var eg farin at troyttast av sanginum hjá Jákup Alberg.

 

Longdist eftir Kaj

Sum gamal fjeppari eri eg greiður yvir, at Jákup Alberg á ongan hátt kann metast sum ein upplagdur sangari. Hann syngur nasalt og ja, beinleiðis illa. Hetta er ein partur av sjarmuni og riggar onkursvegna á bandinum hjá Húskallum. Men á konsert á Vágsbøi í sirmi og snýkjandi náttarkulda var sjarman eitt sindur torfør at finna, og tá Jákup Alberg hevði sungið fleiri onnur løg, var eg farin at leingjast illa eftir hinum sangaranum, Kaj. Tá Kaj endiliga kom aftur á pallin, hesaferð uttan gekkaskort og kot, vaks vónin aftur. Kaj, ið vanliga er ein góður sangari, saman við hesum stóra úrvalsbólki av tónlistarligum úrmælingum – Tað kundi næstan bara verða gott. Men ak, aftur skuffaður. Kaj orkaði als ikki at syngja, og tann vanliga so góða røddin var ein skuggi av sær sjálvari. Tað tók fleiri løg, áðrenn Kaj fekk skil á røddina, og upphitaður kundi syngja” Bóndin hungrar” og “Ria” til stóra frægd fyri áskoðararnar. Hesi løg riggaðu væl, men vóru ikki nóg mikið at bjarga heildarupplivingini.

 

Lokkaðir at luttaka?

Ein søga gongur um upptøkurnar av Húskalla bandinum, at Kaj, Jákup Alberg, Jón og hinir húskallarnir væl vistu, at hetta bandið var nakað heilt serligt, ið lætt kundi gerast nakað, ið teirra vinir í føroyska tónleikalívinum fóru at halda hánt um. Tí lokkaðu teir flesta allar etableraðar tónleikarar at spæl ein part av eini solo á einum lagi. Hetta soleiðis, at teir við síni luttøku, ikki á sama hátt kundu finnast at bandinum.

Eg veit ikki, um tað er sama prinsipp, ið er brúkt tá bólkurin skuldi setast saman til Summarfestivalin, ella um allir teir bestu føroysku tónleikarnr hava staðið í bíðirøð fyri at sleppa við. Men tann 12 manna stóri bólkurin telur nakrar av okkara allar bestu tónleikarum. Tí var tað eitt sindur skuffandi, at bólkurin ikki fekk gjørt eina meira áhugaverda ljóðmynd. Hetta ljóðaði mest sum ein tunað útgáva av Taxi, og tað klæddi ikki Húskalla løgunum, og vokalunum betur enn næstbest.

 

Mín topp 5 listi yvir mest skuffandi konsertir
Mest skuffandi kosertin – R.E.M. á Roskilde Festivalinum 1999

2. mest skuffandi konsertin – Willie Nelson and Family á Roskilde Festivalinum 2000

3. mest skuffandi konsertin – Alanis Morissette á Roskilde 1996

4. mest skuffandi konsertin – Húskallar á Summarfestivalinum 2008

5. mest skuffandi konsertin – Smokie í Ítróttarhøllini á Hálsi 1992

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives