3. mest skuffandi konsertin – Alanis Morissette á Roskilde 1996

In: Hugleiðingar

2 Apr 2012

Mín topp 5 listi yvir mest skuffandi konsertir

Eg havi verið til hópin av góðum konsertum og nógvum ringum, fari at seta saman listan við teimum fimm, ið skuffaðu mest. Hetta eru ikki verstu konsertirnar, men tær, har vón frammanundan og uppliving hava verið longst frá hvør øðrum.

 

Mín fyrsti Roskilde festivalur var í 1996, ein stórsligin uppliving uppá allar mátar, fantastiskar framførslur við fleiri fantastiskum bólkum, fleiri ið eg ongantíð hevði uppliva áður. Men fyrst og fremst bara stemningurin, tað var fantastiskt.

 

Ein av teimum konsertunum, ið eg vildi uppliva hetta árið, var tann við 21 ára gomlu kanadisku rockprinsessuni Alanis Morisette. Fløgan Jagged Little Pill og serliga heimshittið You Ougtha Know, vístu eina orku og rokkattitúdu, sum eg gleddi meg til.

 

Tað undraði tey flestu, at eitt av best umtóktu rokknøvnum tá, var sett at spæla á tí grøna og næststørsta pallinum í staðin fyri risastóra appilsingula pallinum. Men boðini vóru greið frá fyrireikaranum, at tey ikki føldu, at hon var til reiðar til at spæla á stóra pallinum. Well, tey høvdu rætt.

 

Hóast tað var trupult at sleppa til pallin, tí alt ov nógv troðkaðu fyri at sleppa framat, so kláraði eg at berja meg inn í teltið, henda síðsta sunnudagsseinnapartin í juni. Tað skal havast í huga, at hetta var áðrenn deyðsvanlukkuna í 1996, og sostatt var troðkanin, ið kom av at seta eitt so stórt navn á hendan pallin, ikki tikin við so stórum álvara.

 

Eg var á mangan hátt mettur eftir nógvar festivaldagar, við upplivingum frá tí geniala sum t.d. Björk til tað bizara við Sex Pistols, ið endaðu við at rýma av pallinum.

 

Men eg var eisini spentur, og fuck sum tey spældu illa, bólkurin virkaði sum teir als ikki tímdu at vera har, og Morisette var veik og illa uppløgd. Stutt sagt var tað ein tann mest elendiga konsertin eg havi uppliva frá einum stórum tónleikanavni.

 

Eg skal vera erligur og viðganga, at mær dámdi væl Morisette áðrenn konsertina, men aftan á hana var hetta fullkomiliga broytt.

 

 

Mín topp 5 listi yvir mest skuffandi konsertir
Mest skuffandi kosertin – R.E.M. á Roskilde Festivalinum 1999

2. mest skuffandi konsertin – Willie Nelson and Family á Roskilde Festivalinum 2000

3. mest skuffandi konsertin – Alanis Morissette á Roskilde 1996

4. mest skuffandi konsertin – Húskallar á Summarfestivalinum 2008

5. mest skuffandi konsertin – Smokie í Ítróttarhøllini á Hálsi 1992

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives