Farvæl tú fitta menniskja

In: Aðrar greinar

13 Apr 2012

Her á lívsleiðini hitta vit mong menniskju, men tað er ein sannroynd, at summi gera størri inntrykk enn onnur, soleiðis var við Steinbirni B. Jacobsen, hesum fitta, dámliga og mentaða menniskja.

 

Tað vóru sorgarboð, sum eg í morgun fekk umvegis Facebook, frá einum gomlum floksfelaga. At okkara gamli lærari, eitt av okkara fremstu mentanarfólkum og mín gamli granni Steinbjørn B. Jacobsen var farin. Men samstundis, sum boðini vóru syrgilig, hava minnini gjøgnum dagin sannført meg um, at gleðin, um at hava kent hetta dámliga menniskja, tekur broddin av sorgini.

 

Eg havi vita um Steinbjørn, so langt aftur, sum eg minnist. Hann var sjónligur í Havnini,  eg sá hann og visti, at hann var rithøvundur, ein kendur persónur og sostatt ein man varnaðist.

 

Men eg kom ikki at kenna Steinbjørn, fyrr enn eg flutti skúla í 8. flokki. Á gamla skúlanum var eg illa happaður, og var sálarliga rættiliga niðurundurkomin, tá eg byrjaði á Kommunuskúlanum aftan á heystferiuna í 1988. Beinanvegin kendi eg meg væl í samveruni við Steinbjørn, blíður, dámligur við stórum hjartarúmi, hetta var við til at gera nýggju byrjanina munandi lættari fyri meg.

 

Hóast okkara leiðir skiltust, tá eg gavst í 10. flokki, so steðgaðu vit altíð á, og prátaðu um lívið, politikk, mentan og enntá líkagyldigheitir, tá vit hittust. Altíð var kenslan tann sama: hetta var eitt menniskja í rúmaði tær, tá tú prátaði við hann. Eg var eitt sindur glaðari, tá hann súkklaði víðari, enn eg hevði verið, áðrenn vit hittust.

 

Fyri nøkrum árum síðan flutti eg inn í gomlu húsini hjá ommu míni undir Heygnum, har Steinbjørn eisini búði. Vit møttust sostatt oftari,  tí vóru prátini hesa tíðina títtari. Men síðan eg flutti út á Argir, havi eg sæð lítið til Steinbjørn, og skilji á lagnum, at hann hevur stríðst við sjúku. Tó høvdu vit eina hugnaliga løtu á Kommunuskúlanum í fyrra árið, tá gomlu floksfelagarnir og lærararnir møttust, sum altíð var hann blíður og áhugaverdur at tosa við.

 

Í gjár fór Steinbjørn so víðari. Eg kann illa ímynda mær, hvussu tung sorgin hjá tykkum í familjuni er,  at missa eitt so fitt og dámligt menniskja, ið stendur tykkum so nær, má kennast sera tungt. Men mín vón skal vera, at tit við tíðini finna gleði í minnunum, ið er størri enn sorgin í sakninum.

 

Farvæl Steinbjørn, tú ríkaði okkum tilveruna.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives