Fjepparahugleiðing áðrenn dystin móti Barcelona

In: Hugleiðingar

24 Apr 2012

Síðan Di Matteo tók sessin sum venjari eru støðugt fleiri fólk møtt upp í Café Natúr at hyggja at dystinum, og í kvøld verður einki undantak, tá vit Chelsea fjepparar fara at hittast og síggja okkara lið spæla seg framvið Barcelona og inn í Champions League finaluna.

 

Heimsins besta fótbóltslið, kanska enntá heimsins besta fótbóltslið nakrantíð, positivu lýsingarnar av Barcelona skorta ikki, og fellur prátið á lítla argentinska bóltsnillingin Messi, so fara lýsingarorðini upp at sveima, sum gongustjørnur.

 

Liðið sum tvær ferðir seinastu árini hevur smurt United av í Champions League finaluni, hevur ongantíð havt líka væl fatur á Chelsea, og hava vit ikki tapt móti Barcelona seinastu seks dystirnar. Henda sannroynd kom eisini til sjóndar í dystinum á Stamford Bridge, tá eitt bangi Barcelon lið, mátti flúgva heim við einum ósigri og ikki so frætt sum einum einasta máli á útivølli.

 

Í vikuskiftinum valdi Di Matteo at spæla við einum nógv skerdum liðið, har ikki færri enn 8 leikarar, ið vístu Barcelona durðafjórðingin mikudagin, vóru spardir. Hetta merkir, at leikarar sum Ramires, Lampard, Mata, Cole, Mikel er væl fyri til dystin, eisini er Ivanovic, ið hevur  leikbann ein dyst afturat klárur at gera lívið trupult fyri bóltsnillingarnar hjá Barcelona. Drogba, ið var sera illa viðfarin í  fyrra dystinum er eisini klárur, og man vera favorittur at byrja inni.

 

Paul Dutton hagtalsserfrøðingurin hjá Chelsea vísir á, hagtølini eru við okkum, ikki einans hava vit ikki tapt ein dyst móti Barcelona seinastu seks dystirnar, men Barcelona hevur ongantíð vunnið eina hálvfinalu eftir, at liðið hevur tapt fyrra dystin.

 

Nógv hevur verið tosað um støddina á vøllinum hjá Barcelona, ið er tveir metrar longri og ein metur breiðri enn Stamford Bridge, men til hetta kann sigast, at bæði Wembley og Emirates hava somu mát, og har hevur ikki gingið so galið seinastu tíðina.

 

Vit hittast í Café Natúr, har er eisini møguleiki at gjalda limagjald í fjepparafelagnum. Tit sum hava goldið limagjald fyri 2012, kunnu avheinta tykkara limakort hjá nevndini í Café Natúr.

 

Eisini ber til at flyta limagjald á minst kr. 40 á konto nr.6460-0003671072 í BankNordik. Minst til at viðmerkja navn hjá tí ella teimum, ið limagjaldið er fyri.

Vegna nevndina, Niels Uni Dam, formaður

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives