Okkurt skal barnið eita, og Hatespeech er longu eitt orkesturnavn

In: Hugleiðingar

26 Apr 2012
Í einari roynd at føra síni høgraradikalu kristinfundamentalistisku sjónarmið fram, hevur nevndin í Heim og Skúli í dag, sent eitt skriv út, ið vísir, at talan er um ein felagsskap, ið prædikar manglandi tolsemi, tað sum á útlendskum eitur Hatespeech. Hetta skriv hevur fingið meg, at melda meg úr Facebook bólkinum hjá hesum ónda felagsskapi.

Skriv teirrra er soljóðandi:
Sosialurin skrivar at LGBT ynskir at koma út á skúlarnar – og barnagarðarnar – at tosa um kynsliga orientering.
Vit vilja sum foreldrafelag gera vart við, at tað hevði verið at gjørt seg inn á børnini, um vit loyvdu felagsskapum ella fyritøkum við egnum seráhugamálum, sum til dømis LGBT inn í skúlan við sínum boðskapi.
Tað kann samanberast við at Eik Banki kemur og sigur, at peningur er ein tíðandi partur av lívinum, og at Eik Bandi tí nú skuldi inn á skúlarnar, at undirvísa børnunum um peningaviðurskifti.
Vit vænta av almennu skúlunum at teir tryggja, at skúlagongdin hjá børnunum er í tráð við fólkaskúlalógina, og at teir ikki loyva bólkum við egnum seráhugamálum inn at undirvísa okkara børnum.
Foreldrafelagið
Heim og Skúli

At samanbera ein felagsskap sum berjist fyri mannarættindum við ein banka, er beinleiðis ófantaligt. Felagskapurin heldur vónandi uppat við at goyma seg handan misvísandi nøvn sum Heim og Skúli. Eitt meira hóskandi navn, ið betur lýsir virksemið, kundi verið:  Høgraradikal Kristin Skúlareinsan, ella kanska Hatespeech, her er tó longu eitt orkestur, sum brúkar tað navnið.
Á heimasíðuni Heimogskuli.fo lýsir felagið sítt virksemi soleiðis:

 

Landsfelag fyri foreldur

Foreldrafelagið Heim og Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.

Heim og Skúli arbeiðir fyri einum føroyskum fólkaskúla, sum setur dygdarundirvísing í hásæti: skúlanæmingarnir skulu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Eitt gott læringsumhvørvi er eitt stað har børnini trívast, og tí skal trivnaðurin varðveitast. Hvussu kunnu vit foreldur stuðla uppundir hetta?

 

Limir í landsfelagnum eru fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrunum á teimum 60 fólkaskúlunum kring alt landið. Øll foreldur við skúlabørnum kunnu tekna limaskap.

Altso ikki eitt orð um at felagið er radikalt kristið, og opinbart er tað so fordømt, at fólkavaldu umboðini í skúlastýrum kring landið eru kroyst uppí felagsskapin.
Hetta er forkastiligt. Vónandi fara ongir almennir pengar til hetta virksemið

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives