Lovandi debut frá Grandma’s Basement

In: Ummæli

26 Oct 2010

Fyrsta fløgan hjá Grandma’s Basement vísir lovandi taktir í lagaskriving og framførslu. Men limirnir í bólkinum duga ikki at skriva tekstir.

Eg havi gingið við ætlanum, um at ummæla hesa fløguna nú í fleiri mánaðir, so eg havi tráspælt hana, og niðurstøðan er tann sama, sum vit fyrstu gjøgnumlurting. Grandma’s Basement, hevur ment seg frá einum ungum sjuskuttum og stílforvirraðum kjallarabólki, til ein vælspælandi popprokkbólk.

 

Grandma’s Basement dugur væl at skriva løtt  og fangandi rokkløg, sum vera hangandi í høvdinum. Henda fyrsta fløgan peikar nokkso breitt, her er NU-Metal blandað við Chase balladum og Shu-bi-Dua/Dynamitt rokki, so stílforvirringin er ikki heilt grødd enn. Men hetta er nokkso typiskt fyri fyrstu útgávurnar hjá bólkum. Tilfar frá allari uppstartsfasuni verður samlað, soleiðis at bestu løgini frá teimum seinastu árunum eru við. Ístaðin fyri, at man hevur sett seg niður og skrivað til eina fløgu.

 

Greiður íblástur

Íblásturin er øgiliga greiður frá bólkum sum Dynamitt og Chase. Man kann siga, at tað kann tykjast nokkso óambitiøst at leggja seg í kjalarvørðin á bólkum sum høvdu sína stórheitstíð fyri 20 árum síðan – men hetta er ikki so farligt. Ambitiónirnar eru ikki til kollvelting, men til lætt poppundirhald. Onkur sangur minnur tó dekan ov nógv um onkran Chasesang, og á tekstsíðuni virkar tað heldur óorginalt, at fleiri sangir taka upp júst somu evni, sum onkur Dynamitsangur ger frammanundan, men sum sagt, tað er ikki so farligt.

 

 

Ungur sangari

Sangarin Jón er ikki ringur sangari, á onkrum løgum hevur hann ein tendens at gera dekan ov snjallur, og røddin hevur ikki so øgiliga góðan klang, tá hann syngur høgt. Men hann ljóðar heilt ok, tá hann syngur lægrið. Jón er ungur enn, og skal nokk bara finna sínar avmarkingar.

 

Vánaligir tekstir

Tá tað kemur til tekstirnar, so haldi eg, at tað neyvan eru nógvir verri teksthøvundar á føroyska tónleikapallinum, og tá eg lesi tekstin á húsanum, so virka allir tekstirnir, sum um teir eru skrivaðir uppá 3-5 minuttir, og at eingin hevur lisið teir ígjøgnum eftir hetta.  Eg gekk sterkt út frá, at talan mátti vera um ein og sama sera ringa teksthøvund, men so var ikki, fleiri av limunum hava skrivað tekstirnar, og teir eru javnt vánaligir.

Har eru so nógv dømi um málsligar villir, undarligar setningskonstruktiónir og setningar, ið eru í andsøgn við seg sjálvan. Hetta er ordiliga vánaligt, og ordiliga sjuskutt, og ja, tað er ordiliga synd, tí á tónlistarliga økinum eru teir ljósár frammanfyri tekststøðið. Øll kunnu fáa ein tekst at ríma, men tað krevur veruligar dygdir at skriva ordiliga góðar lætt tilgongiligar yrkingar sum ríma, og um tú ikki gert tær ómak ella dugur nøkurlundað, so kann tað ganga ordiliga galið, og tað ger tað her.

 

Eg haldi eitt tað ringasta dømið, er seinasti sangurin “Hetta er alt”, teksturin er hesin:

 

“Líka síðan tá vit vóru ung

hildu vit saman bert eina stund

Sum ein dreymur á himmalinum bláa

Tú vart tað besta eg kundi fáa”

 

Hetta gevur bara onga meining: Hvussu kann man halda saman í bert eina stund, líka síðan man var ung?

 

Hittpotentialið

Fleiri løg hava greitt hittpotentiali, og verða ivaleyst eisini útvarpshitt. Lagið “Hon fær ongantíð nokk” hevur longu hittað. Tað er nokk fyrst og fremst orsakað av niðurlagnum, har orðini eru nokkso festlig, tað er stuttligt, at ein dama ikki fær nokk, men eisini her er teksturin ringur og skiftur millum nútíð og tátíð, sum best ber til.

Gay og Getze tað eru dømi um sangir, har Grandma’s Basement, á sín egna føroyska hátt gera seg inn á minnilutabólkar. Tað er altíð lætt at flenna eftir samkyndum, sum sminka sær. Fyri Grandma’s Basement er tað somuleiðis nokkso takknemmiligt: Tað er ein sannroynd, at í Føroyum missur man ikki serliga nógvar lurtarar ella stuðul av at leggja eftir samkyndum. Tað sama við Getzemane, ið er ein nokkso obskur meinigheit, so tað er eisini lætt at leggja eftir teimum. Hetta sum ivaleyst er ein roynd at vera provokerandi, er provokatión í trygdarbelti, hjálmi og trygdarskón.

Samlaða niðurstøðan er, at Grandma’s Basement eru lovandi, men skulu lyftini gerast veruleiki, eiga teir ongantíð ov skjótt at finna sær ein raskan teksthøvund.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives