Míni 3 – Niels Uni Dam

In: Hugleiðingar

23 Sep 2011

Um eg skuldi valt teir lutirnar eg brúki mest, so høvdu telda, sjónvarp og fartelefon ivaleyst verið ovarliga, tey geva mær eisini stóra gleði, men samstundis veit eg, at tey øll vera skift út innan fyri eitt rímiligt áramál, og fara tá at hvørva í gloymskuna rættiliga skjótt. So eg velji heldur lutir, ið eg eiga eitt meira langtíðartryggja pláss í mínum heimi.

 

Kaleidoskopið úr Kauri træi
Eg eri ikki typan sum samlar uppá souvenirar, men mítt Kaleidoskop frá ferðini í Nýsælandi er ein kulur lutur. Vit keyptu tað hjá einum kaleidoskopsmiði, hvørs verksmiðju vit koyrdu framvið á veg norðureftir á norðaru oynni. Tað er gjørt úr serliga Kauri trænum, sí http://en.wikipedia.org/wiki/Agathis_australis, sum er eitt av elstu træsløgunum í  heiminum. Kaleidoskopið vísur ongantíð somu mynd, og tú kanst brúka langa tíð uppá at hyggja  í tað.

 

 

Myndin av mær og Barbaru
Vit fingu hesa inrammaðu myndina av okkara fyrsta mussi í brúðargávu frá mostir mínari. Ein íslendskur myndamaður fangaði okkara fyrsta muss, tá hann gjørdi eina myndareportagu av ólavsøkuni 1997, hon endaði á forsíðuni á Morgunblaðnum, og mostir mín sum býr í Reykjavík sá tað, og ringdi beint heim at fortelja mammu míni, at eg hevði fingið damu.  Tá mostur mín  frætti, at vit skuldu giftast, fekk hon fatur á myndamanninum og fekk myndina framkallaðiaog innrammaða. Ein fantastisk gáva at fáa.

 

Plátuspælarin
Eg eigi einar 100 LP’ir av alskynsslag, men havi ikki lurta so nógv eftir teimum seinastu árini, fyrst tí eg ikki hevði nakran plátuspælara, og síðan tí hann stóð í sovikamarinum, og tað er ikki júst eitt stað har eg lurti eftir LP’num. Eg fekk plátuspælaran í føðingardagsgávu frá Barbaru fyri nøkrum árum síðan, Hann er keyptur á onkrum loppumarknaði, nú hevur hann fingið heiðurspláss í mínum venjingarrúmi, og kann eg tí nú lurta eftir Pink Floyd meðan eg renni, ella Twisted Sister meðan eg eri á krosstrainaranum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives