Eru tað ikki fjølmiðlar, ið eru 4. statsvaldið?

In: Hugleiðingar

5 Jun 2012

Eg havi fortíð í Miðlahúsinum í Vágsbotni og havi har arbeitt saman við Eiriki Lindenskov og havi absolutt nógva virðing fyri manninum. Eg havi eisini lisið síðu 2 í Sosialinum við stórari frægd, síðan hendan síða bleiv vinklað heldur speiskari, men tá eg sá oddagreinina í gjár, fór eg veruliga at ivast í, um maðurin man hava sligið høvdið so hart í, at hann hevur gloymt, hvat hann starvast við.

Undir yvirskriftini “Corydon hermir eftir Jørgen” hugleiður blaðsstjórin í Sosailinum um tíðindaskrivið hjá Jørgen Niclasen, har fíggjarmálaráðharrin boðar frá, at danska stjórnin hevur avritað skattareformin hjá BADH samgonguni.

 

Hetta tíðindaskriv er so mikið margháttligt, at tað í sjálvum sær ikki so løgið, at tað verður til eina oddagrein. Men niðurstøðan í oddagreinini er sera løgin. Eirikur leggur í krovið á bæði andstøðu, búskaparfrøðingum, og Fíggjarmálaráðharranum. Hann skrivar soleiðis:

 

“Hvar eru fakfeløgini, sum so mannsterk hava mótmælt? Hvar eru allir búskaparfrøðingarnir, sum so staðiliga hava mótmælt politikkinum hjá Landsstýrinum? Hvar er andstøðan, sum so náðileyst hevur niðurgjørt politikkin hjá Landsstýrinum?

Um tað veruliga er satt, sum Jørgen Niclasen sigur (…), so mugu fakfeløg og andstøða bíta høvdið av allari skomm. (…) Men um tað ikki passar, sum Jørgen Niclasen sigur, so er støðan eins álvarsom, tí ein fíggjarmálaráðharri má ikki siga ósatt”

 

Harra mín jesekrist Eirikur Lindenskov! Tað er ikki fyrst og fremst andstøða og fakfeløg, ið hava ábyrgdina at virka sum vakthundur mótvegis pástandum hjá landsstýrismonnum, tað eru nettupp fjølmiðlarnir sosum Sosialurin, ið skulu vísa okkum lesarum, hvat er sannleiki og hvat er politiskt spinn.

 

Tað er ófatiligt at blaðstjórin á hendan hátt finst at, at onnur ikki gera hansara arbeiði fyri hann. At hann samstundis kemur við insinuerandi prikum móti fíggjarmálaráðharranum ger ikki støðuna betur. Serliga havandi í huga, at blaðið als onga viðger hevur av sannleikavirðinum í skrivinum.

 

Eg var málleysur eftir at hava lisið oddagreinina. Er hetta ein staðfesting av, at Miðlahúsið ikki longur sær uppgávuna sum 4. statsvald, sum eina uppgávu hjá fjølmiðlunum?  Er hetta nýggi journalistiski vinkulin í Vágsbotni? Eg dugi stutt sagt ikki á nakran hátt at síggja, hvussu ein blaðstjóri kann rættvísgera eina tílíka oddagrein.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives