Rættuliga góð pretentiøs lummaspeki

In: Ummæli

25 Jun 2011

Fyrsta skaldsøgan hjá Agnar Artúvertin er ein áhugaverd bók, ið megnaði at halda meg forvitnan, og hóast tankar um lummaspeki og um at rithøvundur var dekan ov pretentiøsur í støðum, bukaðu alsamt harðari á mina tilvitsku, so misti eg ikki áhugan, tí bókin er faktiskt nokkso góð.

Í dag kemur bókin Sporvogurin eftir Agnar Artúvertin í handlarnar. Eg kenni ikki nógv til skaldskapin hjá Agnar Artúvertin, men las eitt yrkingasavn hjá honum herfyri, og staðfesti tá, at maðurin dugur at skriva. Agnar hevur tað sum Poul F. rópti skaldagávuna, og tað er altíð eitt gott ástøði hjá einum rithøvunda. Tí var eg eisini spentur, tá eg setti meg við Sporvogninum, ið er fyrsta egna skaldsøga ella novella(sum hann sjálvur rópar hetta),  ið royndi umsetarin og yrkjarin hevur latið úr hondum. Beinavegin kyknaði mitt forvitni.

Árið var 1888 og sólin kom upp. Fyrstu strálurnar trongdu inn millum persiennurnar og kíndu andlitinum á turistinum, sum lá og svav í einari dupultsong uppi á fimtu hædd á Hotel Retz.

Og hóast árstalið 1888, so uppliva vit longu tvær síður seinni, bæði barnagarðar og pedagogisk atlit, ið neyvan vóru heilt so natúrligur partur av gerandisdagnum tá. Sum lesari fekk eg kensluna av, at her ruggaði alt ikki rætt. Serliga tá hetta førdi víðari til eina fráskylda mammu, ið ger upp við sín konubukandi hjúnarfelaga, ein hugnaliga kaffistovu og dampandi cappuccino, ið neyvan heldur var gerandiskostur í London í teimum døgum. Eg gjørdist forvitin.

Vit fylgja í bókini turistinum, ið vaknar í London, og spakuliga flytir seg fram ímóti onkrum, kanska lagnuni, lívinum ella sivilisatiónini. Í bókini er portrið til hetta “okkurt” lýst í skapi av einum sporvogni, sum turisturin mest sum av tilvild loypur umborð á.

Umborð komin vil hetta  ikki sleppa honum, og restin av bókini, er um stríðið at sleppa burt úr tí støðu hann er komin í. Um stríðið ímóti at góðtaka støðuna, um ivan, um lokkalyndið hjá samfelaganum og kollektivu trýstingarmekanismurnar, og kanska mest av øllum um tað nærum svøku vónina, ið hann onkursvegna ongantíð ordiliga missur. Hetta er í formi ein ferð frá einari veruleikakendari søgu út í ein alt meira abstraktan heim, ið gerst ørari og ørari, hóast tú alsamt kennur teg meira og meira aftur í honum.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at  eg meti, at formur í hesari bókini hevur størri týdning enn søgan. Tað er einki galið við hesum, og eg elski gjøgnumførdan form, og vit fáa allan armin. Her eru ofta lummaspekiligar hugleiðingar, bæði í tekstinum, í klombrum og í fótnótum, í so ríkiligt mát, at eg onkuntíð flenti hart. Hetta virkar pretentiøst og og enntá fjollut, men er so gjøgnuført, at eg fall fyri tí. Fótnotan á síðu 46 lýsir nokkso væl, hvat eg meini við:

kanska av vitanini um, hvussu ússalig menniskjan er í mun til fullkomnu ímyndina. Men eisini ber væl til, at tað kemur av máttmiklu ávirkanini av Svarinum, sum fær ein knappliga at uppdaga nýggj og ókend økir inni í einum sjálvum, og hetta elvir til smædni ella minnilutakenslur og vreiði við ein sjálvan

Alvitandi forteljarin traðkar fleiri ferðir útum søguna, við viðmerkingum um bókina, so sum her:

Skal eg greiða frá, hvussu hesir báðir fangar sluppu heilt leysir? Noyðist eg veruliga at spilla tíð og orð upp á, hvussu teir reistu seg upp og hvussu stórliga bilsnir teir blivu, tá teir funnu út av, at teir væl passaðu ígjøgnum rimarnar á fuglabúrinum? (…) men heldur skal eg skunda mær at gera enda á søguni.

Her traðkar høvundurin útum, og ger vart við sína støðu sum høvundur, argumenterar fyri, hví hann ikki skal skriva okkurt ávíst. Hetta riggar væl summastaðni í bókini. Søgugongdin er serstakliga sein, og hesi brot geva tekstinum lív. Men just í endanum kennist hetta tómt og eisini onkursvegna ov bíligt.

Tá seinasta síðan var blaða, sat eg við kensluni, at bókin kendist sum eitt langt forspæl – eg hevði sitið við vónini um, at útloysingin bíðaði. Men tá eg so kom til endan, so kendist tað, sum um rithøvundurin ikki tímdi at nøkta meg til fulnar, og bara gjørdi seg lidnan. sum best ber til.

Tá fyrsta øðin var runnin av mær, fall mær í hug, at endin kanska júst var ein staðfesting av, at høvundurin ikki hevði nøkur svar, annað enn, at man kann stríðast ímóti ytru umstøðunum, men at hetta hevur stórar avleiðingar fyri teg.

 

Sporvognurin

Novella av Agnari Artuvertin

Gwendalyn 2011

Ole Wich sniðgav og setti upp

Prentað hjá Scandinavian Book

Bókin er 102 blaðsíður og verður givin út í 100 signeraðum eintøkum,

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives